Samró og Hoydal kjakast - Annika linjuverji

Í dag verður kjak á Rás2 um okkara fiskimark

Flestu føroyingar hava leingi hildið, at tað var so sjálvsagt, at vit hava eitt 200 fjórðinga fiskimark.

 

Men tað er so langt frá, at tað er ein sjálvsagdur lutur, tí 1950-árini vóru sonn stríðsár um fiskimørk kring Noreg, Ísland og so sanniliga eisini um Føroyar.

 

Nú hevur Hanus Samró, løgtingsmaður og rithøvundur, júst skrivað bók, um Stríðið um Fiskimarkið og klokkan 16 í dag verður kjak á Rás2 um hetta avgerðandi frambrotið í okkara søgu.

 

Tey, sum sita við kjakborðið, eru Hanus Samró sjálvur, Høgni Hoydal, tingmaður og formaður í Tjóðveldi, og Annika Yvonna Skaalum, søgufrøðingur.

 

Í upplegginum til kjakið sigur Óli Breckmann, sum skipar fyri, at tað skuldu ganga tætt í 350 ár frá tí, at føroyingar fyrstu ferð skrivaðu Christiani IV danakongi klagubræv, tí at skotar og onglendingar ”bortrøver den fattige næring og Guds gave, sum vit fattige folk ellers med vores små både kundi opfiske.”
 

Bert trý ár seinni, í 1618, fáa føroyingar hjálp móti útlendskari ránsveiði frá bretakongi, Jákupi I, sum setti bretskum fiskiskipum bann fyri at royna ov nær Føroyum. Enntá kom tað fyri, at donsk verjuskip tóku útlendsk skip fyri at fiska inni millum oyggjarnar.

 
Men í 19. øld ráddi liberalisman, javnrættur hjá øllum londum at pløga øll heimsins høv frítt. Bretar kundu saktans, i teir áttu størsta fiskiflota í Evropa og heimsins sterkasta herflota.
 

Ein týðandi hending fer tó fram í 1882, tá strandalondinum kring Norðsjógvin við Bretlandi á odda samtyktu ein felags fiskiveiðisáttmála, sum Danmark vegna Føroyar og Ísland í 1901 skrivaði undir við Stórabretland.

 
Tá var so galið, at bretskir togarar trolaðu í røðum upp í 6 skip inni á gýtingargrunnunum norðanfyri í vártíðini.
 

Neyðin var so stór á føroyingum, at eiðismenn smíðaðu og mannaðu ein 6-æring til at forða hesi bretsku ránsveiði. Løgtingið broytti fyri sín part av Norðsjóvarsáttmálanum so seint sum í 1955 tó uttan at víðka føroyska fiskimarkið.

 
Føroyingar ræddust í 1950- og enntá í 60-árunum, at øði kom í bretska ljónið, um løgtingið einvegis segði Norðsjóvarsáttmálan upp. London-stjórnin setti eisini í 1964 føroyingum avmarkingar fyri at landa ísfisk í bretskum havnum. Tað sveið at føroyska búskapinum í ólukkumát.

 
Men Føroya bjarging úr hesum Norðsjóvarsáttmála, varð, at Noreg í 1951 vann eitt rættarmál í Altjóða Dómstólinum í Haag móti Bretlandi, so at Noreg kundi flyta sítt fiskimark út á 4 fjórðingar úr beinum grundlinjum. Eitt risa framstig.

 
Hesin dómur, oman á Tjóðveldisfloksins umboðan á tingi, flokkurin hevði tveir tingmenn frá 1950-1954, og Javnaðarfloksins royndir við løgtingssamtyktum at verja fiskastovnarnar norðan fyri Føroyar, útloysti eitt kavarok av uppskotum og mótuppskotum um føroyskt 12 fjórðinga fiskimark úr beinum grundlinjum.


 
Sambandið, Fólkaflokkurin, og frá 1954, Sjálvstýrisflokkurin, sótu í samgongu tvey valskeið 1950-1958. Samgongan mátti lata sær lynda og gagnnýta, at Danmark hevði altjóða samráðingarrættin við eitt stórveldi á sjónum sum Bretland.
 


Men Tjóðveldi strongdi á at handla einsíðugt, og Erlendur Patursson, formaður Føroya Fiskimannafelag, leitaði sær dyggan stuðul hjá felagnum til at flyta út á 12 fjórðingar.

 
Ein løgtingssamtykt í 1958 var tó tað, sum at enda førdi til føroyskt 12 fjórðinga mark. Henda samtykt hevði tó neyvan komið, um ikki Ísland hetta árið samtykti at flyta sítt fiskimark út á 12 fjórðingar. Tann útflytingin fór at banna føroyskum fiskiskapi eftir 8-9.000 tonsum av fiski, svarandi til 2/3 av øllum tí, vit fiskaðu undir Íslandi. 9.000 tons av fiski var 10% av øllum tí fiski, føroyingar fiskaðu tá.
 


Tað var tó Sjálvstýrislandstýrið, sum slapp at flyta føroyska fiskimarkið út. Í tí landstýrinum sótu umframt Hákun, Erlendur Patursson, Karsten Hoydal, og Niels Winther Poulsen.