Samskipað innskúling

Innskúling
Landsstýriskvinnan í Mentamálum ímyndar sær, at vit samskipa innskúlingina við at byggja á tað besta frá barnagarðssiðvenjunum - og frá skúlasiðvenjunum.

Fyrr í mánaðinum var ráðstevna um skúlabyrjan, sum Mentamálaráðið skipaði fyri.
Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á, hvønn týdning ein vælskipað skúlabyrjan hevur fyri læring, menning og trivnað hjá børnum. Kortini snúði stórur partur av tiltakinum seg um fyrimunir og vansar við at senda børn í skúla sum 6 ára gomul.
Til høvið hevði landsstýriskvinnan bjóðað umboðum úr hinum norðurlondunum at greiða frá um teirra skipan. Umboðini talaðu øll fyri at senda børnini skúla sum 6 ára gomul – ongin var boðin við at tala ímóti. Tað vóru ikki vísundaligar grundgevingar fyri at senda børnini í skúla sum 6 ára gomul, men argumentið var, at børnini hungra eftir at læra og at flestu londini í OECD eru farin yvir til at senda børnini í skúla sum 6 ára gomul.

Børn skulu spæla
Í røðuni, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, helt á ráðstevnuni um skúlabyrjan staðfesti hon eisini, at verandi skúlaskipan hevur tørv á at verða umskipað, so hon í størri mun hóskar til natúruna hjá barninum.
- Leikur og læra eru ikki andsagnir, men treyta hvørja aðra – kanska alt lívið. Børnini hava rætt til bæði leik og læru, sama um tey eru eitt ár, ella um tey eru tíggju ár, segði hon, og vísti á, at tað eigur at bera til, at laga eina skipan til, sum tekur støðið í barninum – eisini tí 6 ára gamla.

Børn eru ikki íløt
Men tað krevur vitan, gransking og orðaskifti at broyta dagstovna- og skúlaskipanina.
- Sjálv haldi eg tað vera rætt at lækka skúlaaldurin niður í 6 ár, skilt á tann hátt, at forskúli skal gerast eitt tilboð fyri til øll børn, segði landsstýriskvinnan, sum eisini hevði gjørt sær nakrar tankar um, hvussu forskúlin skal verða skipaður. Og hvussu vit tryggja okkum neyvt samstarv – kanska enntá samskipan - millum dagstovnaøkið, frítíðarskúlin og fólkaskúlin.
- Hvussu tyggja vit okkum, at báðar skipanirnar fata barnið sum eitt tilfeingi, sum eitt menniskja við egnum førleikum, og ikki bara sum eitt ílat, sum vit skulu stoyta førleikar niður í. Vit eiga sjálvandi at byggja á tað besta frá barnagarðssiðvenjunum - og frá skúlasiðvenjunum, segði landsstýriskvinnan millum annað í røðuni.

Nógvir fótonglar
Og hon remsaði eina rúgvu av forðinum, ella fótonglum, sum vit mugu fáa bilbukt við, áðrenn vit kunnu bjóða 6 ára gomlu børnunum í skúla: Ov smáar kommunur, ógreitt býti millum land og kommunur, stirvin lóggáva, stirvið tíma- og lærugreinabýti, tveir ymiskir starvsbólkar, tvey ymisk fakfeløg, serstovnaøkið og, at vit skulu ikki vera bangin fyri broytingum.
Endamálið við ráðstevnuni var at byrja eitt orðaskiftið, sum skal enda við einari semju um, hvussu brúgvin millum dagstovn og skúla skal byggjast, og at brúk er fyri bæði lærarum og námsfrøðingum og kanska øðrum starvsfólkabólkum við – bæði á dagstovnaøkinum, í frítíðarskúlanum, í fólkaskúlanum og innan sernámsfrøðiliga økið. Vit mega ikki gloyma, at málið skal loysast úr sjónarhorni barnsins, segði landsstýriskvinnan.