Samstarv við Javnaðarflokkin gull vert

Sambandsflokkurin má fyri alt í verðini ikki spæla sær samstarvið við Javnaðarflokkin í fullveldismálinum av hondum, segði formaðurin í Samhaldi á landsfundi Sambandsfloksins

Tað er gull vert fyri sambandsflokkin, at samgongan ikki fekk Javnaðarflokkin við í sínar fullveldisætlanir, segði Jóhan Petersen, formaður í sambandsfelagnum Samhald í Eysturoynni.

Hann vísti eisini á, at nú samráðingarnar eru lýstar sum ein landsdystur millum Danmark og Føroyar, eiga samríkisfólk at fara at dekka hin partin betri upp. Tað vil siga, at hvørja ferð, ein fullveldisgrein er í bløðunm, eigur Sambandsflokkurin eisini at koma við eini beinanvegin, segði Jóhan Petersen, formaður í sambandsfelagnum Samhald í eysturoynni.