Samuel mátti av vøllinum longu aftaná átta minuttir

Samuel Chukwudi var júst komin fyri seg aftaná skaðafráveru

27. september mátti landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi av vøllinum, tá lið hansara, SJK Seinäjoki spældi dyst á heimavølli móti Inter Turku. Teir næstu tríggjar dystirnar, umframt landsliðssteðgin var Samuel uttanfyri við einum skaða í andlitinum. 

 

Í undanfarna dysti hjá SJK á heimavølli móti KuPs, ið var leiktur farna mánakvøld var Samuel á vøllinum seinastu løtuna.

 

Í dag byrjaði Samuel inni í útidystinum móti Inter Turku, men longu aftaná átta minuttir mátti hann fara av vøllinum. So dystir móti Inter Turku hava kostað Samuel dýrt hetta kappingarárið. 

 

Dysturin millum Inter Turku og SJK endaði við javnleiki 2-2. Eitt úrslit sum tænti Inter Turku væl betur enn SJK. 

 

Nú bert tvey umfør eru eftir hevur SJK 55 stig á fjórða plássinum. Teir hava trý stig upp til Inter Turku, ið er á gylta triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League komandi summar.

 

SJK spælir næstseinasta dystin á útivølli móti Ilves komandi sunnudag klokkan 16. Leygardagin 9. november endar SJK kappingarárið við dysti á heimavølli móti Gnistan.