Samuel Chukwudi var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í SV Ried, ið spælir í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini spældu sekstandapartsfinalu í eysturríksku steypakappingini.
Á útivølli vann SV Ried stórsigur 5-1 á SPG Wallern/ASV St Marienkirchen, ið spælir í triðbestu deildini. Longu í steðginum var Ried á odda 4-0.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 hevur SV Ried dyst á heimavølli í bestu eysturríksku deildini. Tá kemur Red Bull Salzburg á vitjan.
SV Ried hevur fýra stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar í kappingini.











