Fyrsti dysturin í SMS-deildini hetta kappingarárið var í kvøld leiktur í tí, sum nú verður nevnt: Høllin á Hálsi norður.
Neistin tók ímóti EB, og vunnu neistakvinnur greiðan 30-20 sigur. Í steðginum var Neistin á odda 12-8.
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen og Hervør Niclasen vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum. Maria F. Stokholm var við átta málum toppskjútti hjá EB.
Í morgin klokkan 14 spæla Kyndil og Stjørnan í høllini á Hálsi. Sunnudagin klokkan 14 tekur StÍF móti VÍF í høllini á Skála.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og EB:
##med2##












