Sandoyar Portalurin er nú myndaður av nýggjum og verður útbygdur til at vera ein landsfevnandi tíðindamiðil við bæði tíðindaredaktión og ábyrgdarstjóra - Vit fara at leggja okkum eftir loypandi at bera nýggj tíðindi, sigur Terji Dalsgaard, ábyrgdarstjóri.
- Sandoyar Portalurin verður skipaður sum slíkir miðlar eiga at vera, í tráð við galdandi lógir og reglugerðir á økinum, so sum lóg um upphavsrætt, fjølmiðlaábyrgd og góðan fjølmiðlasið. Dentur verður lagdur á, at kjakið er á einum etiskt høgum støði, og ónevnd lesarabrøv og viðmerkingar verða ikki góðtikin, sigur Terji Dalsgaard.
Tað trýtur ikki við ambitiónum hjá fólkunum handan Sandoyar Portalin. Terji Dalsgaard sigur, at Sandoyar Portalurin fer at leggja seg eftir at gerast leiðandi á økinum, bæði við flutningi av innan- og uttanlandstíðindum, lesarabrøvum og viðmerkingum.
- Tað er ikki altíð tann stóra sensatiónin ella skandalan, ið eru tey góðu tíðindini, ið vanligi lesarin heldur vera spennandi. Og vanligi lesarin er ein stórur partur av málbólki okkara eins og smalri bólkar við ymiskum seráhugamálum fara at finna tað, tey ynskja at frætta, her á Sandoyarportalinum, greiðir Terji Dalsgaard frá.