Sandoyingar eru á bronsuplássi

1. DEILD: Jónas Warner var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 í dag vann trivaligan heimasigur ímóti NSÍ

Mynd: B71

Tað hevur verið nógvur fótbóltur inni í Dal á Sandi hetta seinasta samdøgrið. Maratonfótbólti skipa teir fyri Kristi himmalferðardag á hvørjum ári, og soleiðis var tað eisini í ár. Millum áskoðararnar var Brandur Hendriksson Olsen, sum ikki spælir fótbólt í løtuni, tí krossbandið í øðrum knænum er slitið.

 

Í dag hevði B71 í næstbestu deildni vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Sandoyingar vunnu 4-0, og nú hava teir 21 stig og eru á bronsuplássi – tvey stig aftanfyri ÍF sum er næstfremst.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var Jónatan Kjærbo, sum við rimmar langskoti legði B71 á odda. Hetta var fjórða málið hjá Jónatan í ár.

 

B71 hevði yvirvág í leiki, men tað var ikki fyrr enn tað restaðu 20 minuttir, at tað eydnaðist at økja um leiðsluna. Jónas Warner skoraði, og Jónatan Kjærbo átti uppleggið.

 

Tíggju minuttir undan leikloki var Jónas Warner aftur upp á spæl, tá ið hann økti um munin til 3-0. Tá var tað Jovanni Garcia, sum átti uppleggið. Hetta var triðja málið hjá Jónasi í ár.

 

Eitt korter undan leikloki varð Fríðálvur Eynarsson Kjærbo skiftur inn, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti hann trivaliga 4-0 heimasigurin. Aftur var tað Jovanni Garcia, sum átti uppleggið.

 

Hetta var triðja ferðin, at 16 ára gamli Fríðálvur Eynarsson Kjærbo varð skiftur inn á besta B71 liðið, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum málskjúttarnar.

 

Trettanda umfar verður mitt í juni. 17. juni fer B71 at fáa vitjan av Víkingi, og 18. Juni fer NSÍ at fáa vitjan av 07 Vestur, sum er aftast við einum stigi, meðan NSÍ er næstaftast við sjey stigum.

 

Mynd: B71