Tað sær gott út hjá sandoyingum og B71. Í kvøld var fyrsti dystur í 13. umfari, tá ið B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Talan var um toppdyst, tí undan uppgerðini var B71 topplið við 28 stigum, og Víkingur var næstfremst við 27 stigum.
Í kvøld vann B71 5-0, og nú eru sandoyingarnir fýra stig frammanfyri Víking.
Á triðja plássi er FC Suðuroy við 25 stigum. Í morgin fer FC Suðuroy í Gundadal at hitta teir næstbestu hjá HB.
Í kvøld legði Aron Clementsen heimaliðið á odda í 22. minutti. Hetta var fyrstu ferð í ár, at 29 ára gamli Aron, sum í kvøld var fyri 171. ferð í dysti í næstbestu deildini, var málskjútti.
Á liðnum hjá B71 eru fleiri ungir danskir spælarar, og teir áttu sín lut í trivaliga sigrinum í kvøld.
Knappur hálvur tími var farin, tá ið Lucas Ørneborg átti uppleggið, sum Eric Oteng úr Gana umsetti til 2-0. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, umsetti Lucas Ørneborg brotsspark til 3-0 leiðslu, og í seinna hálvleiki bæði legði hann upp til mál og skoraði. Ein tími var farin, tá ið Mads Svane økti um munin til 4-0. Hetta var annað málið hjá 20 ára gamla danska verjuspælaranum. Eitt stórt korter undan leikloki staðfesti Lucas Ørneborg 5-0 sigurin. Tá átti Tobias Koktvedgaard uppleggið.
Lucas Ørneborg er greiður toppskjútti í næstbestu deildini. Hann hevur nú skorað 16 mál ella tvífalt so nógv sum tann næsti í røðini.
Annað vikuskifti fer B71 at spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Í morgin
NSÍ – TB: Niklas Petersen kl. 16.00
FC Hoyvík – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 16.00
HB – FC Suðuroy: Arnar Lognberg kl. 13.30
B36 – ÍF: Dominick Troleis kl. 11.00











