Vil vita um avleiðingar av samanlegging

Liljan Weihe spyr um avleiðingarnar av samanleggingini hjá Sernámi

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, grein 52a fyrispurning um samanleggingina av Sernámi og Undirvísingarstýrinum og hvørjar avleiðingar hon kann fáa fyri dagstovnaøkið.

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at Sernám frá 1. juni í ár er skipað sum ein deild í Undirvísingarstýrinum. Endamálið er sambært landsstýrismanninum at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild.

Men Liljan Weihe vísir á, at Sernám ikki bert arbeiðir við børnum í skúlaaldri, men eisini veitir ráðgeving og stuðul til børn frá 0 til 18 ár. Tí hevur stovnurin eisini stóran týdning fyri dagstovnaøkið.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin leggur hon dent á, at grundarlagið undir læring, menning og trivnaði hjá børnum verður lagt longu í dagstovnaaldri, og at fyribyrging, inklusjón og skjót faklig hjálp tí eru avgerandi.

Hon spyr tí landsstýrismannin, hvørja ávirkan nýggi bygnaðurin fer at hava á dagstovnaøkið, og hvussu tryggjað verður, at dagstovnar framvegis fáa skjóta, dygdargóða og atkomiliga sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Harumframt vil hon hava at vita, hvussu dagstovnaøkið verður umboðað í nýggju skipanini, hvørjar ætlanir eru um at styrkja fyribyrgjandi og inkluderandi arbeiðið í dagstovnunum, og um landsstýrið fer at taka stig til eina greiðari arbeiðsbýting og samstarvsskipan millum kommunur, dagstovnar, Sernám og landsmyndugleikar.

Liljan Weihe vísir eisini á, at tað javnan hendir, at børn við serligum tørvi detta niður ímillum skipanir og ábyrgdarøki hjá landi og kommunum. Tí er tað týdningarmikið at fáa greiðu á, hvussu hetta økið verður raðfest í nýggja bygnaðinum hjá Sernámi.

Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara teimum fimm spurningunum hjá løgtingskvinnuni.