Sandoyingar og suðuroyingar fáa betri internet seinni í dag

Arbeitt verður við eini loysn, sum verður sett til um náttúrðatíð í dag

Gongst sum ætlað fáa suðuroyingar sandoyingar munandi betri internet seinni í dag, kanska um náttúrðatíð.

Tað sigur Páll Vesturbú, stjóri á FT-net, sum umsitur netið, sum samskiftið er á.

Fleiri óhapp seinasta hálva árið hevur ført til, at internetið til Suðuroynna og Sandoynna hevur verið rættiliga illa darvað hesi bæði seinastu samdøguruni, ella so.

Síðsta summar slitnaði kaðalin ímillum Skálavík í Sandoynni og Víkabyrgi í Suðuroy. Tað ávirkaði ikki sambandið so illa, men í januar fekk kaðalin ímillum Miðvág og Hvalba eisini skaða.

Sosatt var brek á báðum kaðalunum til Suðuroynna, men fyri eini viku síðani varð kaðalin ímillum Skálavík og Víkarbyrgi, umlagdur -  og nú kemur hann upp í Tjaldavík í staðin.

Men í gjáramorgunin hendi so tað, at brek er komið á kaðalin ímillum Gomlurætt og Skopun.

Í gjár og í dag hevur verið heilt galið við internetinum, og sum vit skrivaðu fyrr í dag, hava bæði Suðuroyar Sjúkrahús, og Skúladepilin í Suðuroy, verið illa darvað av at internetrið er so vánaligt, og verður brotið av í heilum.

Les eisini: Brek á internetinum rakar Suðuroyar Sjúkrahús hart

Men Páll Vesturbú sigur, at í dag hava tey sett eina støð upp og í eru í ferð við at rigga eitt radiosamband til, sum verður fyri Sandoy og Suðuroy.

Hann sigur, at gongst sum ætlað, verður tað sett til nú um náttúrðatíð, og tað skuldi bøtt munandi um støðuna.

https://www.in.fo/news-detail/news/skuladepilin-i-suduroy-er-naestan-lagdur-lamin/Les eisini: Skúladepilin í Suðuroy er næstan lagdur lamin

Hann sigur eisini, kaðalarnir verða umvældir so skjótt, sum tilber.

Hann sigur, at tað skal vera bæði góður streymur og gott veður fyri at kunna fara undir umvælingina.

Og so skjótt umstøðurnar eru til tað, og tað samstundis liggur fyri hjá Brimli, verður tað umvælt, sigur Páll Vesturbú.

Les eisini: Suðuroyingar og Sandoyingar óstøðugt samband í nakrar vikur afturat