Sandoyingar vunnu stórsigur

1. DEILD: Toppskjúttin Lucas Ørneborg var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 vann størsta sigur á árinum í heimadysti ímóti NSÍ

Tað endaði við 7-0 heimasigri, tá ið B71 seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið ber við sær, at B71 er topplið við 41 stigum og hevur beina kós ímóti uppflyting í Meistaradeildina, har sandoyingar ikki hava verið umboðaðir síðani 2011.

 

Hálvleiksstøðan í dag var 5-0, og 24 ára gamli danski Lucas Ørneborg var í fyrra hálvleiki tvífaldur málskjútti. Hann hevur nú skorað 21 mál og er ovast á máltindinum í 1. deild. Næstbesti málskjúttin er Olivur Renéson Thomsen hjá FC Suðuroy, sum hevur skorað 11 mál.

 

20 ára gamli Mads Svane, sum undan hesum kappingarárinum kom úr Danmark og til Sands, skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Hann hevur nú skorað fýra mál.

 

Eftir steðgin skoraði 20 ára gamli Tobias Koktvedgaard tvey mál. Hann kom fyri einum ári síðani úr Danmark og til B71. Higartil í ár hevur hann skorað seks mál.

 

NSÍ gjørdi eitt sjálvmál.

 

Tað plaga at vera onkrir veteranar á NSÍ liðnum, men í dag vóru eingir veteranar á liðnum, og so var saknur í Markus Klein Danielsen og Jóel Tróndargjógv, sum eru á veg til hús, eftir at teir hava verið í Slovenia við besta NSÍ liðnum.

 

Teitur Knudsen var í dag aftur á NSÍ liðnum, eftir at hann undan summarsteðginum royndi seg í B68.

 

NSÍ er á sjeynda plássi við 19 stigum.

 

Hósdagin fer B71 at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Leygardagin fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti Víkingi.