Sangkvøld í róðrarneystinum á Glyvrum

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 29. november kl. 20 verður sangkvøld í róðrarneystinum á Glyvrum, har dentur verður á andaligan felagsssang við harmoniku, gittara og øðrum ljóðførum. Eisini verða kaffi og køkur á skránni.

Stigtakararnir, Jóannes S. Hansen og Hallgrím Miðberg, siga, at hugskotið til hetta kvøldið kom á eini hjúnarlegu á Zarepta, har felagssangurin gekk so sera væl. Teir vóna at nógv fólk koma til tiltakið.