Sangur kann gera teg lukkuligan

- Eg haldi ikki, at hvør einstakur, sum elskar at syngja, má blíva professionellur sangari. Nógv týdningarmiklari er at hækka almenna støðið innan sang í Føroyum. At kunna úttrykkja seg ígjøgnum sína egnu rødd, er ein erfaring, ið ger ein sera lukkuligan, sigur Susanne Brattaberg, ið hevur regluliga sangundirvísing við føroyskum sangarum

Susanne Brattaberg hevur aftur verið í Føroyum og havt sangvenjingar. Susanne er týsk og er gift við operasangaranum Rúna Brattaberg, sum er úr Vági. Susanne er útbúgvin í Amsterdam og hevur sungið fleiri kendar operaariur. Tey bæðui, Susanne og Rúni, starvast sum operasangarar í Ulm í Týsklandi. Á hvørjum ári ferðast hon nakrar ferðir til Føroya at geva sangundirvísing. Venjingin hesaferð varð serliga ætlaðum ungfólki frá 16 árum og uppeftir – gentum eins væl og dreingjum. Orsøkin er einføld, tað er umráðandi at fáa rætta undirvísing á ungum árum. Og undir­vísingin hjá Susanne tey sein­astu árini hevur verið sera miðvís, og úrslitið er einki at taka feil av, tað verið seg innan kórsangarar og ikki minst hjá solistum. Um jólini hevði Suðuroyar­portalurin samrøðu við Susanne Brattaberg. Føroyar ein syngjandi tjóð Tað eru nú tvey ár síðani tú komst fyrstu ferð til Vágs at undirvísa. - Jú, eg byrjaði í januar 2006 at undirvísa í sangi í Føroyum. Eftir hesi fyrstu 2 árini kann eg so lýta aftur á hesi árini, taka samanum og meta um hvat er komið burturúr. Hvat heldur tú um Føroysku sangmentanina? - Føroyar eru ein syngjandi tjóð sum t.d. Italia. Áhugin fyri sangi er ótrúliga stórur. Fyrr varð bara sungin einraddaður sangur, t.d. sálmar, skjaldur og kvæði. Men fyri umleið 70 árum síðani vórðu fyrstu kórini sett á stovn, ið sungu fleirraddaðan sang, sum eisini tóku klassiskan tónleik á skránna, og sum estestiskt løgdu seg eftir tí klassiska ljóm-idealinum: Tað vil siga sangarar kundu ikki drynja og kvøða, tá teir sungu í fleirraddaðum kóri. Síðani “Ut­varp Føroya” kom í 1957 byrj­aðu sang­arar at nýta mikrofon t.d. til popp, jazz, rock o.s.fr. - Tað finnist helst einki land í heiminum, ið hevur so nógvar popp-rock og aðrar bólkar sum Føroyar. Hetta sama er eisini við kórunum. Tað er neyvan nakað annað land í heiminum, ið hevur so nógv kór sum Føroyar í mun til fólkatalið. Mennir føroyskar sangarar Mítt fakøki er klassiskur sangur, og eg havi hoyrt og undirvíst yvir 100 føroyskar sangarum. Hvat vilt tú náa við teimum? - Málið er fyrst og fremst at sangararnir fáa eitt størri “stemmeomfang”. Sangararnir mugu læra at betra hægra og lægra raddarlagið, t.v.s. fleiri høg­ir og lágir tónar mugu koma aft­urat. Mínir tenorar klára t.d. eft­ir lutfalsliga stutta tíð tað víða­gitna “høga c-ið” og eisini teir lágu tónarnir eru nógv lættari at syngja. Hetta er alneyðugt, tá ið ein vil framføra eitt stórt verk sum til dømis 9. Symfoniina hjá Beethoven, har kórparturin er so torførur, at sjálvt professionellir sangarar hava ringt við at klára hann. Er tað bara “stemmeomfang” sum telur? - Nei! Tað næsta, sum er týdningarmikið er, at fáa meiri volumu, tað vil siga at røddin má gerast størri. Um man til dømis vil framføra “Requiem” hjá Verdi, so krevst sera stórt úthaldni, og tónarnir mugu hava nógva gjøgnumslagskraft og kvalitet. Bert at økja um talið á sangarunum hjálpir ikki. Hetta er grundin til at eg arbeiði sera intensivt við hvørjum einstøkum sangara, fyri at betra teirra kapasitet. Tónarnir mugu gerast størri, rundari, fríðari og vakrari. Hetta er heilt einfalt ein estestikur tørvur. - Verdi, til dømis, krevur djúphugsnan. Um ein syngur yvirfladiskt, uttan substans, so er hetta ikki meira enn ein skuggi av Verdi. Musikkur er ikki bara ein pen kombinatión av tónum, ið teoretiskt ljóða væl saman. Um ætlanin er at musikkur skal røra og spreingja okkara djúpastu kenslur, so krevur hetta meiri enn bert at endurtaka tónarnar á nótablaðnum. Requiem dró Susanne til sangin - Tá ið var 18 ára gomul, hoyrdi eg Requiem eftir Berlioz í Paris. Enn fái eg tár í eyguni, tá eg hugsi um hetta. Orkestrið var fanstastiskt. Kórið framførdi við slíkum inten­sit­eti, at eg ristist og skalv. Ein stóran part av æruni hevði ikki minst tann ótrúligi akustikkurin í “Madeleine kirkjuni” - Eg ynski øllum musikkel­skar­um, at teir einaferð í lívinum fáa eitt tílíkt upplivilsi. Hetta gloymi eg ongantíð, og hetta er eisini grundin til, at eg yvirhøvur bleiv sangarinna. Talent er ikki nokk, tað krevur eisini hart arbeiði Hvussu sær út við talentum í Føroyum? - Tað eru nógvar góðar røddir, og tað finnast nakrir begávaðir ungir sangarar. Men man má vita eitt: - Kendasti operasangarin nakrantíð, Caruso, segði at 10% er talent og 90% er hart arbeiði. Hesum eri eg púra samd í. Men vit kunnu fara víðari til nakað, sum ongin tosar nakrantíð um. At syngja væl er ikki nóg mikið. Hetta er bert tað mest grundleggjandi. 1: Afturat hesum má ein vera sera góður sjónleikari, og hava eina sterka útstráling. Hetta er minst helvtin av karrieruni. 2: At síggja gott út er ein stórur fyrimunur. Jú vakrari, jú betri. Sangarar, ið eru ov stórir, lítlir, ella tjúkkir hava lítlan møguleika. Eingin vil hava teir. Helst skal ein síggja út sum ein Hollywood sjónleikari. Pavarotti var t.d. ein sera dámligur ungur maður, tá ið hann sum 25 ára gamal byrjaði sína karrieru. Hann bleiv tjúkkur aftaná, at hann var blivin víðagitin. 3: Ein má byrja ungur, tí tað tekur umleið 10 ár eftir út­búgvingina inntil karrieran byrjar. Tær flestu solist-karrierurnar vara bert 5 ár, t.v.s. man kann ikki tosa um nakra karrieru, tí hon er ikki farin í gongd. 4: Ein má vera sera mál­rætt­að­ur, ósmæðin, hava spískar albógvar, og eina stóra portión av  sjálvsøkni. Hetta er ikki akkurát tað, sum føroyingar eru mest kendir fyri. 5: Ein má hava nógvar pengar fyri at kunna presentera seg fyri møguligum áhugaðum, t.d. agentum og síðani operahúsum. At finna ein agent kann taka langa tíð, tí teir hava longu so nógvar sangarar knýttar at sær. Men uttan ein agent, kann ein ikki “syngja fyri” á nøkrum operahúsi. Tað besta er um ein hevur vælhavandi familju, sum vil stuðla við nógvum pengum. Tí uttan fíggjarliga hjálp er næstan ógjørligt at klára tað sjálvur. Eg kenni sangarar, sum hava tikið bankalán fyri at sleppa at syngja fyri, og sum gjalda lánini aftur ígjøgnum fleiri ár. Og ein skal verða heppin at fáa arbeiði fyrstu ferð ein syngur fyri. At syngja fyri 20 ferðir fyri at fáa eitt arbeiði, er heilt vanligt. 50 ferðir er heldur ikki óvanligt. Hetta er dýrt, tí at ein má gjalda flogferð, tokferð/bussferð og hotelkostnað sjálvur. 6: Sálarliga og kropsliga má ein vera sera stabilur. Smásár, hava ongan kjans! Listafólk eru jú næstan altíð sera sensibul, og tað ber ikki til tá ein syngur fyri. Um eitt av hesum 6 punktunum ikki er í ordan, skal ein als ikki hugsa um at fara sangaravegin. Sangvenjing spjaðir lukku og gleði Tað ljóðar ræðuliga tungt! - Tað er tað eisini. Hetta má ein vita um ein ætlar at gera hobby til arbeiði. Eitt dømi: Bert úr Suðurkorea koma á hvørjum ári 400 nýggir sera vælútbúnir sangarar á altjóða marknaðin. Í Milano í Italia har Operahúsið “La Scala” er, búgva meiri enn 2000 suðurkoreanar, ið bíða eftir einum lítlum kjansi. - Men eg haldi ikki at hvør einstakur sum elskar at syngja, má blíva professionellur sangari. Nógv týdningarmiklari er at hækka almenna støðið innan sang í Føroyum. At kunna út­trykkja seg ígjøgnum sína egnu rødd, er ein erfaring, ið ger ein sera lukkuligan. Tey, ið einaferð hava roynt kensluna, hvussu tað følist, tá ið røddin opnar seg og risastór streymar úr kroppinum, vita, at tað lønar seg at venja og betra teknikkin. - Hvør einstakur sum betrar seg, betrar heildina og inspirerar eisini onnur. Har ígjøgnum koma nýggir møguleikar, reper­toire verður mangfoldigari og musikalska lívið mennir seg. Mínir bestu næmingar úr Før­oyum kunnu eftir 2 ára undir­vísing syngja opera-ariur. Men eisini teir næmingar, sum ikki eru so begávaðir, hava ment seg øgiliga nógv, og hava nú ein heilt annan kvalitet í røddini. Harvið verður almenna støðið hækkað munandi, og tann føroyska sangverðin verður ríkari. Og eg haldi at tað er hetta sum vit hava brúk fyri. Kelda: Suðuroyarportalurin