Sanna Marin vitjar í Kyiv í dag

Undir vitjanini hevur hon eitt nú verið við til eina minningarløtu yvir ein deyðan ukrainskan hermann.

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, er á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í dag.

 

Sambært finsku tíðindastovuni, Yle, hevur hon eitt nú verið til eina minningarløtu yvir ein deyðan ukrainskan hermann.

 

Vitjanin hjá finska forsætisráðharranum í Kyiv varð ikki fráboðað frammanundan.

 

Á myndini síggjast ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og finski forsætisráðharrin, Sanna Marin.

 

Her síggjast eisini fleiri onnur fólk, sum eru við til minningarløtuna yvir deyða hermannin.

 

Tað eru nógvir ríkisleiðarar, sum hava vitjað Volodymyr Zelenskyj, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.

 

##med2##

 

 

 

Finnland hevur boðað frá, at landið veitir Ukraina 29 miljónir evrur til humanitera-og menningarhjálp.