Tíðindaskriv:
Farna vikuskifti luttóku Sanna og Mia Thorkildshøj í stórari badmintonkapping í Finnlandi. Tær komu í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Tær taptu hana 2-0, tó vóru tær sera væl við í dystinum, serliga í øðrum setti, sum tær tíverri taptu 22-20.
Komandi dagarnar fara tær aftur til kapping. Hesa ferð í Luxembourg saman við 4 øðrum badmintonleikarum.
Kappingin í Luxembourg er ein sokallað International series kapping, sum er eitt stig hægri enn future series.
Okkara leikarar luttaka í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Leikararnir eru:
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Asbjørn Heide Olsen
Rúni Øster
Badmintonsambandið ynskir øllum bestu eydnu í kappingini.










