HM/EM undankappingin hjá føroysku kvinnunum sum hesa ferð er í Føroyum, byrjaði í dag í høllini á Hálsi í Havn. Tey fýra liðini í undankappingini sum spæla í Føroyum eru Føroyar, Liktinstein, Kypros og Írland.
Fyrsti dysturin sum var millum Kypros og Liktinstein endaði fyrr í dag við greiðum 3-0 sigri til kypriotisku kvinnurnar.
Í kvøld skuldu føroysku kvinnurnar so á vøllin fyri fyrstu ferð. Og lat tað vera sagt beinavegin, at talan var um sannførandi avrik frá føroysku kvinnunum. Føroysku kvinnurnar vóru frá byrjan av í dystinum greitt omaná. Sum heild var talan um klassamun, har írska liðið ongantíð megna at hótta føroysku leiðsluna. Føroyska spælið gekk væl, har serliga stóri profilurin, Sofía Purkhús, var eyðsýnd.
Merkisvert við dystinum í kvøld, var, at allar kvinnurnar á føroyska liðnum komu á vøllin og spældu ein leiklut.
Føroyar vunnu dystin greitt 3-0, eftir sett úrslitini 25-8, 25-12 og 25-11.
Í annaðkvøld klokkan 20:00 spæla Føroyar móti Liktinstein, meðan Írland og Kýpros møtast í hinum dystinum, sum byrjar klokkan 17:00.