Góði Arnbjørn
Eg skal bara endurtka tað, eg fyrr havi sagt við teg, at mær tykir teg vera líka einoygdan í Kuba-spurn-ingum, sum ávísur føroyskur fólkatingsmaður var, tá talan var um Suðurafrika í a'partheidtíð-ini. Eg veit væl, at tær yvirhøvur ikki dámar samanberingina. Men løgið kortini, at bara tit báðir, hvør sín veg, skulu vita, meðan at kalla allur heimurin mistekur seg.
Tað undrar meg stórliga, at tú ikki veitst betri um peningaviðurskiftini á Kuba, enn tú letst, tá tú gert viðmerkingar til inntøkuna hjá fiskimanninum. Tú villleiðir beinleiðis fólk, tá tú sigur ein peso hava sama virði, sum ein dollari.
Tað er soleiðis, at á Kuba verða trý peningavirði brúkt. Peso, peso convertibles og US dollari. Pesoin er so lítið verdur, at tað fara umleið 20 til ein dollara. (Flestu ferðabøkurnar siga 22).
Myndugleikarnir hava fyri stuttum - ikki beint eftir kollveltingina - gjørt ein nýggjan penga, sum teir nevna peso convertibles, og sum av lokalu myndugleikunum hevur fingið ásett sama virði sum US dollarin. Peso og peso convertibles seðlarnir eru ymiskir á liti. Men fólk fáa sína løn útgoldna í vanligum peso, og tí eru 350 pesos, sum fiskarin fær, verdir umleið 120,- danskar krónur.
Kuba er einasta land, eg havi vitjað, har eingin áhugi yvirhøvur var fyri egnm pengum. Teir vildu bara hava dollarar, tí teirra egni peso einki virði hevði. Eg vekslaði ongantíð dollara um, tí eingin skoytti um teirra egnu pengar.
Síðan fert tú undir at viðgera handilsstongsulin, USA hevur í gildi móti Kuba. Og spyr samstund-is, hví eg ikki havi spurt, hví ongar vørur eru.
Jú sanniliga havi eg spurt hví, og svarið, vanligi borgarin gevur, er, at tað er av politiskum ólíkind-um. Stutt og greitt. Og tað man vera nærri sannleikanum, enn tær almennu frágreiðingarnar um, at amerikanski handilsstongsulin einsamallur hevur alla skuldina. Tað er ov bílig undanførsla, tí Kuba hevur haft góðar møguleikar at vinna sær handilssamband aðrastaðni, um politiskur vilji var til tess. Tú vísir jú sjálvur á, at tað er bara eitt land í øllum heiminum, umframt USA, sum stuðlar stongslinum.
Og ikki er stongsulin strangari enn so kortini, at til ber at keypa amerikanskar vørur á Kuba. Bæði Coca Cola og Nike ítróttarklæði, fyri bara at nevna tvey dømi. Fyri US dollarar væl at merkja. Víst stendur á pakninginum, at soda-vatnið er tappað, og klæðini seymað í Mexico. Men móðurfyri-tøkurnar eru úr USA. Nógv ameri-kansk ferðafólk vitja Kuba. Og júst nú um vikuskiftið varð stovnað nýggj flogruta beinleiðis millum USA tog Kuba.
Rætt er tað,at amerikanarar ivaleyst vóru rættiliga lorkasligir, tá teir tveittu Kuba í føvningin á Sovjetsamveldinum, heldur enn at taka teir til sín og hjálpa teimum fíggjarliga eftir kollveltingina. Men har kundu kubanar sjálvir havt gjørt okkurt seinni, um viljin var. Tí teim-um stendur púra frítt at handla við lond sum til dømis Kanada og Spania fyri bara at nevna tvey.
Politiska skipanin, sum tú hálovar, er bert gykl. Kuba er einaveldi, og verður stýrt av Fidel Castro sum einhvør annar privatur pylsuvognur. Og tað veitst tú eisini, Arnbjørn. Alt hatta við vali og politikkarum, sum kunnu sendast heim, er tað bera mjørkatos. Tað er ikki neyðugt at vera nógvar dagar í landinum fyri at sanna tað.
So kemur tú við vanligu ramsuni av dømum, sum skulu prógva, hvussu væl stendur til á Kuba. Lat okkum taka tey í somu røð, tú setir tey upp:
Øll skúlagongd er ókeypis frá fyrsta flokki til universitetið.
Tað er rætt, men her eru skeinur í lakkinum. Síðan 1995 hava Mexico og Vietnam latið kuban-um stílahefti og blýantar. Bøkur eru mangulvøra á Kuba. Og ókeypis morgunmaturin, næming-arnir fyrr fingu, er burtur. Hann noyðast næmingarnir nú sjálvir at gjalda. Ungu kubanararnir, eg tosaði við, halda ikki, at ókeypis útbúgving er nakað verd, tá ein ikki sleppur at brúka hana til nakað. Og arbeiðsloysið er stórt, hóast almennu tølini siga nakað annað.
Øll læknahjálp og sjúkrahúshjálp er ókeypis. · Tað er rætt. Men trupulleikin er bara tann, at hospitalsútgerð er so stór mangulvøra, at fólk doyggja á sjúkrahúsunum av beinleiðis heilivágstroti. · Kuba hevur heimsmet í útbúgving av læknum. Talið er umleið ein til hvørji 200 fólk, sum er umleið helvtin av tí, eitt nú Danmark hevur.
Tað er rætt. Men umstøðurnar hjá læknum og sjúkrasystrum á Kuba eru beinleiðis eyðmýkjandi. Lønirnar eru so lágar, at læknarnir vinna meira við at koyra taxa við ferðafólki um kvøldið og náttina, enn teir fáa í løn á sjúkrahúsunum. Og nógvar sjúkrasystrar bjóða seg sjálvar fram til fremmandar ferðamenn á hotellunum í Havana. Av naknari neyð, sambært teimum sjálvum.
Húsaleigan er í mesta lagi 10% av inntøkuni. · Tað er rætt, at hon er lág. Eg skal ikki nevna nakað tal. Men hinvegin eru umstøðurnar, fólk búgva undir, heldur einki at reypa av. Í Havana verður sagt, at umleið 300 hús detta niður árliga. Bara soleiðis av sær sjálvum. Og myndugleikarnair gera at kalla einki fyri at hjálpa upp á støðu-na, tí eingir pengar eru til tess.
Skattur er lítil ella eingin.
Eftir, at lønin er útgoldin, áti tú at lagt aftrat. Men myndugleikarnir fara við umleið 70% av tí, eitt skip fiskar fyri. Síðan fær reiðaríðið, sum staturin eisini eigur, 20%. Og eftir eru so 10% til mann-ingina. So kunnu vit kalla tað skatt ella beinleiðis rán. Tað er frítt val.
Barnagarðar og vøggustovur eru antin heilt ella næstan ókeypis.
Her skal eg viðganga, at eg havi ikki spurt um júst hetta, so eg veit einki um tað.
Barnadeyðin er 7,1 fyri hvørjar 1000 nýføðingar. · Onnur tøl siga 10. Men tað er í øllum førum væl lægri, enn fleiri lond, sum annars verða hildin at vera betri fyri enn Kuba, kunnu vísa á.
Meðallivialdurin er 75,5 ár.
Her ert tú heldur varin, Arnbjørn. Álítandi keldur (ikki almenn kubansk hagtøl kortini) vísa, at hann er heili 79 ár. Tað man vera eitt tað hægsta í heiminum.
Og soleiðis kundu vit hildið fram, sum tú sjálvur tekur til. Men lat tað liggja. Tú vildi ivaleyst fegin, at eg skrivaði eina ferðafrásøgn, sum hálovaði góða veðrinum og frálíku strondunum á Kuba. Og tað var eisini frálíkt við strendurnar, skal eg fegin viðganga. Men eg var nú farin sum journalistur, og ikki ferðamaður, at hyggja at, hvussu fólk hava tað í landinum. Og skylda mín sum slíkur er at siga frá tí, eg havi sæð og upplivað, soleiðis sum tað veruliga er. Eg ferð-aðist bæði við góðkendum ferðaleiðara og saman vinfólkum, eg fekk har yviri. Og eg má sanna, at tað var sum at vitja tvey ymisk lond.
Eg veit væl., Arnbjørn, at vit eru ikki samdir á hesum øki. Og tað er í fínasta lagi. Men gott í teg, halt upp at við at siga, at eg lúgvi, bara tí eg við opnum sinni - og eygum - havi vitjað Kuba og greitt frá tí, eg havi sæð og upplivað. Tí vit vita báðir, at tað er satt, sum eg havi skrivað.
Edvard í Skorðini Joensen
P.S. Eg má koma niðan á arbeiðsplássið hjá tær at ynskja tær gleðilig jól og fáa mær handan kaffimunnin, tú so ofta hevur boðið mær, nú eg eri heima á klettunum kortini.