Sarah Mahfoud mátti lúta

Amanda Serrano vann greiðan sigur á føroyska boksaranum

Andrew Couldridge/Reuters/Ritzau Scanpix

Føroyski boksarin Sarah Mahfoud tapti stórdystin ímóti Amandu Serrano í Manchester í kvøld.

 

Fýra HM heiti í vektbólkinum fjøðurvekt stóðu upp á spæl. Sarah hevði eitt, Serrano hevði trý.

 

Nú hevur Amanda Serrano fýra HM belti og fer ivaleyst eftir tí fimta og seinasta.

 

Amanda Serrano var við yvirlutan frá byrjan, og fleiri umgangir stríddist Sarah Mahfoud fyri at yvirliva. Móti endanum av dystinum megnaði Sarah Mahfoud meira, og tveir av dómarunum hildu, at hon hevði vunnið tríggjar av teimum tíggju umgangunum.

 

Samanlagt var eingin ivi um, at Amanda Serrano var sterkari boksarin, og hon vann tryggan sigur. Stóra avrikið hjá Sarah Mahfoud var, at hon stóð á beinunum allan dystin og vann nakrar umgangir.

 

Sermerkt var, at reiðaríið JFK, sum eigur flakatrolaran Gadus, var høvuðsstuðul hjá Sarah Mahfoud, og tað sást aftur á hennara klæðum.

 

##med2##

 

Andrew Couldridge/Reuters/Ritzau Scanpix