Tá Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið undirskrivaðu sáttmála seinnapartin mikudagin, boðaði Fiskimannafelagið frá, at felagið fór at bíða við at siga nakað serligt um smálutirnar í nýggju semjuni, tí samráðingarnar millum Reiðarafelagið og hini manningarfeløgini ikki eru lidnar enn.
- Feløgini hava nevniliga eisini ein felags sáttmála, har serligar ásetingar tó eru fyri einstøku feløgini, og ofta hava feløgini samráðst saman. Hesaferð hava feløgini tó samráðst hvørt sær. Tá øll feløgini eru komin á mál við samráðingunum, er ætlanin at samanskriva úrslitini í ein nýggjan felags sáttmála.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, vísir á, at ein týðandi partur av nýggju semjuni, sum nærum við vissu eisini fer at verða partur í semjunum við hini bæði manningarfeløgini, er at skipa ein arbeiðsbólk at endurskoða allan sáttmálabygnaðin, sum hann er - og koma við tlmæli um dagføring.
Jan Højgaard væntar sær nógv av hesum arbeiði, tó at eingin vissa enn er fyri, at tað yvirhøvur fer at bera til hjá fýra pørtum – teimum trimum manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum – at gera eina grundleggjandi broyting av sáttmálabygnaðinum og øllum tí, sum hongur uppi í sáttmálanum.
- Reiðarafelagið hevur gingið við til, at vit kunnu taka fleiri av okkara upprunaligu sáttmálakrøvum hesaferð uppaftur í samband við dagføringina, eitt nú krøvini viðvíkjandi lønartrygd, ókeypis arbeiðsklæðum, ókeypis parabol-sjónvarpi umborð og samskifti - og um somu setanartrygd og arbeiðssømdir, sum fólk á landi hava.
Jan Højgaard ásannar, at enn er talan um fuglar á takinum, sum hann tekur til, men hann sigur seg hava fingið vissu fyri, at bæði Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava ein veruligan áhuga í at gera ein nútímans sáttmála.
- Heldur ein nútímans sáttmála enn at blíva við annaðhvørt at pjøssa uppá ella nartla burtur av verandi sáttmála, sum enn bygnaðarliga - í roynd og veru - byggir á slupptíðina, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.