Savna pengar til brunn í Myanmar

Í morgin frá klokkan 10-16 verður loppumarknaður og kaffisøla í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla. Innsavnaði peningurin fer til at gera brunnar í 9 bygdum í Myanmar, sum partur av føstuinnsavningini 2017 hjá katólska hjálpar­felags­skap­inum CARITAS. Tað fe­r at geva 3.000 fólkum reint vatn.

 

Bygdafólkini liva av jarðarbrúki, og aftrat tí savna tey urtir til matna í skóginum. Brunnarnir í teimum 9 bygdunum fara at bøta munandi um lívskorini, bæði við betri heilsu, umframt betri úrtøku frá jarðarbrúkinum á markunum og í urtagørðum.

 

Hetta er sættu ferð, ið katólska kirkjan skipar fyri loppumarknaði. Tann fyrsti, sum var til frama fyri neyðhjálp til Bolivia, gav 30.500 kr. Tann næsti gav 35.000 og var til frama fyri børn í Uganda, hvørs foreldur vóru deyð av eyðkvæmi. Tann triði gav 24.473 til eina maismyllu til fátækar bøndur í Uganda. Tann fjórði gav 31.700, sum fór til eina verkætlan hjá 31 bóndafeløgum í Uganda at gera skúlaurtagarðar, so børnini bæði kundu læra urtagarðsbrúk umframt at dyrka grønmeti og frukt at eta í skúlatíðini. Tann fimti gav 27.000, sum fór til at stuðla ungum kvinnum í Niger at fáa eina útbúgving. Kirkjan hevur hvørja ferð fingið takkarskriv frá móttakarunum. Meira fæst at vita um tiltakið í 2017 á www.caritas.dk/fasteindsamling-2017-giv-rent-vand-til-fattige-boender-i-myanmar.

 

LUTIR til loppumarknaðin, t.d. bøkur, búnýti, klæði, leikur, radio, fløgur, frímerki o.a. kunnu latast inn í Mariukirkjuni, opið frá kl. 8-21 allar dagar. MØBLAR kunnu latast inn fríggjadagin 17. mars í Sangstovuni frá kl. 13-20. Eru spurningar, kann ringjast til Mariukirkjuna (Marisa) tlf. 315386/596789.