Manchester United hevur nú spælt 13 dystir í Premier League uttan, at eitt mál er farið inn. Henda gongdin hevur givið liðnum eitt fyrsta pláss í bestu ensku fótbóltsdeildini. Málverjin, Edwin van der Sar eigur stóran part av heiðurinum fyri, at einki mál er farið inn, men fyrrverandi United-málverjin, Peter Schmeichel heldur, at serbiski verjuspælarin, Nemanja Vidic eigur sín part av æruni: - Edwin eigur ein stóran part av æruni, hann gevur liðnum stabilitet, ein sær, at alt liðið hevur álit á honum. Edwin er ein inspirasjón fyri verjuspælarnar, men avrikini hjá Vidic hesi seinastu tvey árini hava verið framúrskarandi.
Schmeichel metir eisini, at Vidic, sum kom til Manchester United í januar 2006 hevur havt eina góða ávirkan á ikki minst Rio Ferdinand: - Ferdinand hevur lært nógv av Vidic. Staðfestir Peter Schmeichel.
Manchester United kann leggja seg á odda í Premier League við fimm stigum, um teir vinna á Fulham á Old Trafford í kvøld. United hevur vunnið 10 av 11 heimadystum í Premier League, og teir hava skorað 25 mál, og hava bert latið 4 mál inn í hinum endanum.