Meðan hópin av ungdómum stóð í longum røðum at fáa atgongumerki til tiltakið í Norðurlandaúsinum seinnapartin, sat Sebastian í einum horni saman við familjuni og stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm og send sms til Danmarkar um, at teir høvdu tað gott.
Men teir høvdu eisini annað at tosa um. Í dag klokkan 16.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari á konsertini.
Sebastian hevur í mong ár verið ein av størstu tónleika-ikonunum í Danmark. Tá vit siga »Ronja Ránsmansdóttir« ella »Hodja fra Pjort« eru tað mong, ið rakna við.
Tað var stásað nógv upp unttanfyri Norðurlandahúsið í gjár, tí Sveinur frá X-factor skuldi koma; men Sebastian sat heilt róligur - hann kennur rákið.
Orð og myndir: Dávur Winther