Secura vann føroyska European Business Games

Tað verður spf/Secura, sum skal umboða Føroyar í altjóða kappingini European Business games í Italia í summar

Við einum serliga høgligum bjargarringi, vann spf/Secura føroyska á Tekninska Skúla í Klaksvík umfarið av kappingini European Business Games.

Vinnarin varð funnin á samkomu í býráðshøllini í Klaksvík í gjár, eftir at ein dómsnevnd hevði mett um framløgurnar av ymsu verkætlanunum.

Vinnandi bólkurin fer víðari til altjóða kappingina European Business Games, sum verður hildin í Bolzani í Italina í summar.

Spf/Secura er mannað av:

Jógvan Sámal Poulsen, stjóri

Evald Johannesen, fíggjarstjóri

Jón Kamar Joensen, tekniskur leiðari

Súsanna Árnadóttir Joensen, marknaðarleiðari

Bergur Ingmarson Johansen, framleiðslustjóri

Føroyska endakappingin í European Business Games er eitt samstarv millum Mentamálaráðið, Íverksetarahúsið og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum handaði vinnarunum blómutyssi og gav vinnandi luttakarunum harumframt eitt ókeypis skeið í Íverksetarahúsinum.