Tað upplýsir danski tjóðbankin í nýggjari frágreiðing.
Bankin boðaði síðst í november frá, at ein røð av seðlum ikki verða løggildugt gjaldoyra eftir 31. mai næsta ár.
Umframt 1.000 krónuseðilin er hetta eisini galdandi fyri eldri seðlarøðir frá 1944, 1952, 1972 og 1997.
Bara í juli fekk bankin 790 milliónir krónur í 1.000 krónuseðlum. Tað sigur Niels Kaas, sum er høvuðskassameistari í Tjóðbankanum, í skrivligari viðmerking.
- Harvið mangla nú bara 6,3 milliardir danskar krónur í 1000-krónuseðlum, sigur hann.
/ritzau/