Seiggj og tár í Atlantis

- Nú er aftur sjónleikur á skránni í Atlantis. Leygarkvøldið verður fyrsta sýning av íslendska leikinum Seiggj og tár, sum Ólafur Haukur Símunarson hevur skrivað. Saga Jónsdóttir úr Íslandi hevur leikstjórnað.

Leygarkvøldið verður fyrsta sýning av sjónleikinum Seiggj og tár í mentunarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Fyrsta sýningin er fyri innbodnum og sunnudagin byrja sýningarnar fyri almenninginum. Leikurin er íslendskur, skrivaður í 1995 eftir Ólaf Haukur Símunarson. Turið Sigurðardóttir hevur týtt til føroyskt.

Íslendski leikstjórin Saga Jónsdóttir hevur leikstjórnað. Hon hevur áður sett leikin upp í Íslandi. Hann gekk fyri fullum húsum á Tjóðleikhúsinum í Reykjavík og varð spældur 167 ferðir. Eisini áhugaleikarar í Húsavík, sum er lítil bygd, hava spælt leikin og eisini har gekk hann væl.

Talan er um ein stóran leik, har hendingarnar fara fram fyrst í sekstiárunum. Ikki færri enn 17 leikarar eru á palli umframt ein ørgrynna av tónleiki, tónleiki frá tí kanska mest spennandi tíðarskeiðinum hesa øldina.

Leikurin fevnur víða, og er á mangan hátt ein spegilsmynd av gerandisdegnum og mongu av lívsins ymisku viðurskiftum. Her er sorg, skemt, gleði og álvara, alt saman á ein hátt, ið ger leikin "fólkaligan" og viðkomandi.


Royndur leikstjóri

Saga Jónsdóttir byrjaði sítt leiklistayrki á Akureyri. Har var hon sjónleikari í nøkur ár, til hon flutti til Reykjavíkar fyri 20 árum síðani. Hon byrjaði beinanvegin at starvast í Tjóðleikhúsinum sum sjónleikari og hjálparleikstjóri - stovnaði síðan, saman við øðrum, yrkisleikbólk, sum virkaði í 6 ár.

Tá ið leikfelag Reykjavíkar flutti í tað nýggja glæsiliga Borgarleikhúsið, fór Saga hagar sum marknaðar - og sølustjóri, og var har í sjey ár. Hon spældi eisini nakrar leiklutir um somu tíð.

Saga hevur spælt í 50-60 leikum, leikstjórnað fleiri leikrit, sett upp "Music-show", leikt í sjónvarpi, útvarpi og filmum - seinast í "Dansinum" har partar vóru tiknir upp í Føroyum í fjør. Tann filmurin byggir sum kunnugt á stuttsøguna eftir William Heinesen Her skal danses.


Edvard eigur pallin

Edward Fuglø, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, hevur gjørt pallmyndina. Hann hevur fingið útbúgving á Skolen for Brugskunst, og varð liðugur í 1991. Hann hevur teknað myndir í fleiri bókum og gjørt pallmyndir. Í 1995 fekk hann Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Hann hevur eisini havt málningaframsýningar.


Átrokandi spurningar

Ólafur Haukur Símunarson er eitt av fremstu leikskaldunum í Íslandi. Seiggj og tár, sum er tað 13. leikritið í røðini, varð stórliga fagnað, tá tað varð frumsýnt í Tjóðleikhúsinum í 1995. Onnur av verkum hansara eru: Bílaverk-stæði Badda, Hafið, Milli skinns og horunds, Gauragangur. Øll hesi leikritini hava tað til felags at vera av best umtóktu skemtileikum, men seta samstundis átrokandi spurningar til áskoðararnar, sum eru komnir í tíggju túsundatali at síggja avrikini.

Í hesum sambandi kann vera vert at minnast til lívsvísdómin hjá Áka rakara: "Ein av teimum undurfullu gávunum, sum okkum eru givnar og sum eru knýttar at tí at vera menniskja, er fyrigevingin. Eingin onnur lúrvera kennir hetta undurfulla fyribrigdið. Er tað ikki eitt undur at eiga í huga sínum eitt smyrsl, sum megnar at grøða sár hjá eini aðrari sál?"