- Hetta verður síðstu ferð, at eg skrivi til tín úr Grønlandi á hesum sinni. Vit skulu inn til Umanak at landa upp í fýra bingjur í morgin, umleið 50 tons av svartkalva tilsamans.
Soleiðis skrivaði Símun í Vátutoft til undirritaða í gjár. Símun er umborð á Ågot, sum liggur inni í Umanak-fjørðinum og tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum útróðrarmonnum.
- Lastin er um at vera full, og ætlanin er at fylla lastina og sigla til Aasiat at landa í næstu viku.
Símun í Vátutoft letur heilsa og sigur, at Christian, Steffan Arthur og Símun sjálvur nú fara at flúgva heim til Føroya.
- Ólavur Poulsen og Sjúrður Steinberg koma umborð á Ågot, og tá verður manningin henda: Ólavur Poulsen, skipari, Mikkjal P. Lamhauge, stýrimaður, Ronnie Heinesen, kokkur og Pól Eyðfinn Poulsen og Sjúrður Steinberg verða fabriksformenn.
In.fo fer at takka Símuni í Vátutoft, sum hevur verið kokkur umborð á Ågot, fyri regluliga og skilagott at hava latið okkara lesarar frætta, hvusu gingist hevur Ågot og manningini í Grønlandi á hesum túri.