13 lið eru tilmeldaði kappingina. Tey eru úr Fimleikafelagnum Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelganum Ljósinum.
Skráin í morgin er hendan:
Kl. 13.00 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.
Kl. 15.00 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.
Kappingin verður stroymd á https://kvf.fo/live/2.
Fyri at halda koronatilmælini verður bert loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum íðkara og venjara til hvørja kapping. Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn kappingin byrjar.
##med2##
Myndir: Haldur Suni Johansen