Komandi vikuskifti verður LeikREAD festivalurin í Sjónleikarhúsinum í Havn, og tá kunnu vit uppliva flest allar føroyskar leikarar, gera pallsettar lesingar av seks norðurlendskum leikritum, ið eru umsett til endamálið.
Ein pallsett lesing er eitt slag av sjónleiki við avmarkaðum pallsmíð og búnum. Sjónleikararnir, sum lesa úr handritinum, kunnu sita niðri, standa stillir ella røra seg á pallinum har lesingin sjálv er framførslan.
At hvørjum leikritið verða knýtt leikstjóri og leikarar, leikararnir fáa leikritið beint undan fyrstu venjing. Vant verður tværferðir átta tímar, áðrenn leikurin verður framførdur.
LeikREAD er partur av Nordic Dramatrain, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum norðurlandi. Luttakandi leikritini, vera vald annaðhvørt ár, vera síðan týdd til øll norðurlendsku málini, og framførd sum pallsettar lesingar. Dramatokið ferðast síðan leiðina norðurlandanna millum, har hvørt land fyriskipar sínar egnu lesingar av leikritunum. Hesaferð byrjaði dramatokið í Danmark í fjør, og Føroyar eru næstar á listanum.
TIltakið er ókeypis, og allar framførslurnar vera tekstaðar á enskum, so eisini útlendskir gestir kunnu njóta tað til fulnar.
Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord, Mentamálaráðið, Norðulandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og Mentanevnd Tórshavnar býráðs stuðla LeikREAD 2015 í Sjónleikarhúsinum í Havn 27. & 28. mars.
SKRÁ:
Pallsettu lesingarnar vera í Sjónleikarhúsinum, Niels Finsengøta 34, 100 Tórshavn
Millum hvørja reading verður 20 min steågur – ókeypis atgongd. Frá kl. 22-01 er barr og DJ í foyerinum.
Fríggjadagur 27. mars 2015
kl. 19.00 LeikREAD vælkomin
Lesing 1: ”Sek”
eftir Hrafnhildur Hagalín (is)
týðing: Pauli Nielsen
leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
leikarar: Beinta Clothier, Páll Danielsen, Torkil Tórgarð,
Sanna Apol og Kári Mouritsen
kl. 20:10 Lesing 2: ”Rithøvundarnir”
eftir Alejandro Leiva Wenger (se)
týðing: Gunnar Hoydal
leikstjórn: Mattias Lech (se)
leikarar: Jákup Veyhe, Nicolaj Falck og Dávur Djurhuus
kl. 21:20 Lesing 3: ”Sár á Sál”
eftir Kristinu Sundar Hansen (fo)
Leikstjórn: Christoffer Berdal (dk)
Leikarar: Gunnvá Zachariassen, Durita Dahl Andreasen
og Nicolaj Falck
kl. 22-01 Hangout við tónleiki
Leygardagur 28. mars 2015
kl. 19:00 Lesing 4: ”UMsorg”
eftir Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
týðing: Ria Tórgarð
leikstjórn: Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
leikarar: Laura Joensen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe,
Hilmar Joensen og 11 leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag
kl. 20:10 Lesing 5: ”Sangir við gráa havsins strendur”
eftir Pipsa Lonka (fi)
týðing: Hans Tórgarð / Hedvig Westerlund-Kapnas
leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
leikarar: Annika Hoydal, Allan Dalsgarð, Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen,
og Jákup Wardum
kl. 21:20 Lesing 6: ”Allir dreymar mínir verða veruleiki -
EITT DISNEYDRAMA um depressión og ævintýr”
eftir Christian Lollike (dk)
týðing: Jonhard Mikkelsen
leikstjórn: Kristina Sundar Hansen (fo)
leikarar: Durita Dahl Andreasen, Thomas Voss (dk),
Sóley Danielsen og Petur Meinhart E. Andersen
kl. 22-01 Hangout við tónleiki