Selja alt og fara í Harrans tænastu

Ein av ídnastu handilsmonnunum í Suðuroynni hevur saman við konuni gjørt av at selja hús og fyritøku og leggja leiðina til Noregs, har offiserskúlin hjá Frelsunarherinum bíðar.
- Hetta er eitt kall, sigur Magnus Jensen, sum í mong ár hevur verið ein grundstuðul í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Vági

Frelsunarherurin í Føroyum er í Havn og í Vági. Grundstuðlar síðstu mongu árini í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Vági, hava verið hjúnini Magnus og Miriam Jensen og Finnbogi Olsen og Jacobina Heinesen.
Bæði hjúnini hjúnini hava nú gjørt av at fara á offiserskúla hjá Frelsunarherinum í Noreg.
Magnus Jensen hevur í mong ár verið ein av ídnastu handilsmonnum í Suðuroynni, og hann hevur havt handlar kring alt landið. Kendir eru handlarnir Mangt og Hvat og Zebra.
Nú selur Magnus hús og heim og handilsketu sína. Hann og konan og børnini hava gjørt av, at stundin er komin til eina vend í lívinum.
- Tað kemur ein løta, har ein tekur eina avgerð. Hjá okkum skuldi tað vera nú, um tað nakrantíð skuldi verða til nakað. Og hjá okkum var tað heldur ongantíð ætlanin at búgva í Hovi í allar ævir, sigur Magnus.

Kall
Fyritøkan verður nú seld og húsini somuleiðis.
- Tað er stuttligari at fáast við menniskju, enn lutir. Men tað er eisini eitt kall og tað skal tað vera. Men tað eru mangir háttir at fáa eitt kall og tað er ikki altí so guðdommiligt. Ein sær ein tørv og tað er nóg mikið í sjálvum sær, sigur Magnus.
Hann sigur, at hóast tey vóru í seinna lagi at søkja, so hevur alt líkasum gingið sum tað skal við at sleppa inn, við sølu av fyritøku og húsum og øllum øðrum, ið eisini skal rigga, tá ein familja tekur tjaldpelarnar upp og flytir langa leið.
Skúlin er tætt við Oslo og tekur tvey ár. Eftir hetta verður farið víðari, men júst hvar vita Magnus og konan ikki.
- Frelsunarherurin hevur korps har. Noreg, Føroyar og Ísland hoyra saman, tá tað kemur til at útbúgva fólk. Í býnum eru so eisini skúli, barnagarður og íbúðir, ið hoyra til skúlan, sigur Magnus.
Børnini koma fyrst í ein vælkomst flokk, har tey læra norska málið eina tíð. Alt er sera væl lagt til rættis, sigur Magnus Jensen.
Innan Frelsunarherin fegnast tey um, at tvey hjún nú fara í skúla og í Harrans tænastu, hóast talan er um nakrar av grundstuðlunum í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Vági í mong ár.
Frelsunarherurin í Vági hevur fyri stuttum fingið nýggj og stásilig hús og úr Noreg, haðani øll fyriskipan fer fram, er ætlanin, at arbeiðið í húsunum framvegis skal hepnast væl.
Eyðun og Irena Christiansen eru júst farin frá sum forstandarar í Vági. Ístaðin koma Ragnar Ludvig og konan . Tey er ættað av Tvøroyri.
So hóast nakrir av stuðlunum nú fara av landinum eina tíð, so merkir tað ikki, at arbeiðið hjá Frelsunarherinum í Vági dettur niðurfyri.
Tann 14. august fara Magnus, Miriam og børnini til Noregs og hvussu lívið lagar seg eftir tvey ár í offiserskúla, vita tey ikki, men avgerðin er tikin og tey ivast ikki í, at hetta er tað rætta.