Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. Tá partarnir hittust í morgun var avrátt, at semingsroyndin skuldi byrja fríggjamorgunin. Tá vit spyrja semingsmannin, hví tey ikki setast við borðið alt fyri eitt, sigur Terji Sigurðsson, at okkurt var, sum órógvaði hetta.
– Men ætlanin er broytt. Vit hittast í morgin klokkan 15.
Spurdur um hann væntar, at tey finna eina semja longu seinnapartin í morgin sigur hann, at tað væntar hann ikki.
– Nei, eg vænti, at tað verða drúgvar samráðingar, og at vit fara at siga alt vikuskiftið, sigur Terji Sigurðsson.