Ósemja kann beina fyri Miðflokkinum

SAMGONGA Ósemja ímillum teir báðar tinglimirnar hjá Miðflokkinum kann føra til, at flokkurin fer í tvíningar

- Tað hevur avgerðandi týdning fyri framtíðina hjá Miðflokkinum, at Jenis av Rana og eg draga eina línu.
Tað staðfestir Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum er ein av teimum fýra flokkunum í samgonguni.
Jenis av Rana og Bill, sum manna Miðflokkin á Føroya Løgtingi.
Men tað er als ikki vist, at teir báðir tinglimirnir fara at draga somu politisku línu hesa næstu tíðina.

Rættiliga ósamdir
Jenis av Rana er so ónøgdir við førda politikkin hjá samgonguni, at hann umhugsar av álvara at fara úr samgonguni.
Men Bill Justinussen ger greitt, at tað er ikki sagt, at hann fer at fylgja partamanninum úr samgonguni, yvir í andstøðu.
- Tað skerst ikki burtur, at Jenis av Rana og eg hava rættiliga ymisk sjónarmið um fleiri mál, sigur Bill Justinussen.
Sjálvur er hann nógv meiri borgarliga sinnaður enn Jenis av Rana, sum hevur fingið sosialistisku hugsjónina inn við móðurmjólkini við at vera vaksin upp í einum javnaðarheimi í Trongisvági.
Hinvegin staðfestir Bill Justinussen, at tað hevur nettupp eyðkent miðflokkin, at hann er rúmligur og megnar at hýsa ymsum áskoðanum og teir báðir eru samdir um tey etisku kjarnuvirðini hjá flokkinum.
Kortini ásannar hann eisini, at tað er mark.
- Jenis av Rana hevur ikki gjørt støðu sína upp enn, sigur Jenis av Rana.
Men tað er onki yvir at dylja, at Jenis av Rana og hansara stuðlar eru nógv meiri sosialistiskt sinnaðir enn eg og mítt bakland í Miðflokkinum í Eysturoy og í Norðoyggjum, sum eru meiri høgrasinnað.
- Verður niðurstøðan hjá Jenis av Rana tann, at hann ikki longur kann vera í samgongu, má eg ráðføra meg gjølliga við mítt bakland fyri at vita, hvørja støðu, eg skal hava.

Óhugsandi
Men Bill Justinussen ásannar eisini, at tað er ein rættiliga óhugsandi støða, at annar tingmaður Miðfloksins verður í samgongu og hin verður í andstøðu.
- Hinvegin er tað alt avgerðandi fyri framtíðina hjá flokkinum, at tinglimirnir standa saman, to tað verður ein torfør avgerð, sum skal takast.
Sostatt er vandi fyri, at ósemjan ímillum teir báðar tinglimirnar fer at gera enda á flokkinum.
- Eg má viðganga, at sjónarmiðini eru rættiliga ymisk.
Hinvegin vísir Bill Justinussen á, at Miðflokkurin hevði fund hóskvøldið um støðuna.
- Eg veit ikki um vit komu til nakra beinleiðis niðurstøðu. Men mín tulking er, at niðurstøðan var, at Miðflokkurin ger størri gagn í samgonguni enn uttanfyri.
Eitt, sum býður Miðflokkinum illa ímóti, er málið um at skerja ALS. Tað smakkaði flokkinum so illa, at báðir tinglimirnir fóru í part við andstøðuni og atkvøddu ímóti samgonguni.
Og Bill Justinussen ásannar, at tað er óheppið, at ein flokkur í samgonguni fer í part við andstøðuni í einum máli.
- Tað kann elva til, at í onkrum øðrum máli verður tað onkur annar, sum atkvøður ímóti samgonguni.
Og hann heldur, at tað er ein spurningur, hvussu ofta tað ber til, áðrenn tað fær avleiðingar.
Les eisini greinina Avgerðin fellur týsdagin.