Pætur Albinus
Vit vendu okkum til nú fyrrverandi formannin í fótbóltsdeildini hjá TB, Kim Roest, og spurdu hann hví donsku leikararnir nú fara heim aftur til Danmarkar.
- Tað var semja ímillum leikarar og leiðslu, at teir høvdu trupulleikar við at trívast her, og tískil tóku vit hesa avgerðina í felag, sigur Kim Roest.
Eyyub Keten vísir aftur, at teir høvdu trupulleikar við at trívast á Tvøroyri, og vísir eisini aftur, at tað var semja um at teir skuldu fara úr Føroyum.
- Als, als ikki. Vit høvdu tað sera gott saman við leikarunum og komu eisini væl út av tí við teimum uttan um fótbóltin. Vit høvdu veitslu í farnu viku, og tað var sera stuttligt. Vit vóru góðir vinmenn við allar leikararnar, men tað var bara ímillum okkum og nevndina, at tað ikki riggaði, sigur hann.
Einki arbeiði
Bræv, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, prógvar, at Páll Guðlaugsson, TB-venjari, lovaði danskarunum arbeiði, sum skuldi geva teimum í minsta lagi 20.000 krónur um mánaðin. Alt var klárt, so teir skuldu bara koma, vóru boðini. Eftir fyrstu seks vikurnar í Føroyum høvdu teir tó bara arbeitt í tríggjar dagar, men hetta heldur Kim Roest seg ikki kunna vera Harra yvir.
- Teir arbeiddu á Pelagic, sum avtalan eisini var. Í tvær vikur ella tíggju dagar. At eingin fiskur og arbeiði er, tað kunnu vit ikki ráða fyri, sigur Kim, sum sigur seg sjálvan hava lænt pening út til donsku leikararnar tá ið teir komu til Føroya. Hesar pengar vil hann hava aftur.
- Síðsta orðið er ikki sagt enn. Eg vænti, at endurgjaldskrav verður lagt fram fyri teimum, sigur Kim, meðan Eyyub tvíheldur um, at talan er um eina rokning fyri fysioterapi og at teir nú sjálvir skulu gjalda hesa viðgerð sum hevnd fyri at teir rýmdu undan ósømiligu korunum.
Eyyub Keten sigur víðari, at teir høvdu verið fegnir um at kunnað arbeitt í tvær vikur, sum nú fyrrverandi formaður teirra sigur, men at teir í veruleikanum bara arbeiddu í fýra dagar.
- Vit hava arbeitt í Pelagic í fýra dagar. Teir søgdu, at tað ikki var meiri fiskur, men at tað skuldi koma sild og makrelur í juli. Tískil sóu vit fram til tríggjar mánaðir afturat sum arbeiðsleysir, sigur Eyyub og strikar undir, at tað als ikki hevði borið til hjá teimum at livað undir teimum treytunum.
albinus@sosialurin.fo