Sensatiónin gjørdist veruleiki

Tveir umdystir skuldu til, áðrenn sensatiónin var veruleiki. Veteranarnar hjá Kyndli vunnu í gjárkvøldið ein sera spennandi dyst móti besta liðnum hjá VÍF, men tað var eftir tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð

Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34)


Teir grønu vóru helst undirtippaðir í øllum fjórðingsfinalunum, og í seinastu fjórðingsfinaluni skuldu teir helst ikki havt nakran møguleika.

Men Jacob Jónsson, Jónleif Sólsker, Birgir Hansen, Geir Wardum, Hannis Wardum og hinir vildu tað tó øðrvísi.

Kyndil var nevnliga á odda allan dystin. Uttan at seta nakra serliga ferð á, megnaðu teir at fylgja við VÍF, sum tó í evstu løtu fekk javnað.

Í fyrra umdystinum var eisini um reppið, at Kyndil endurtók FM-sigurin á VÍF fyri fýra árum síðani. Jacob Jónsson vann sær brotskast, tá bert fá sekund vóru eftir at spæla. Eins og hann gjørdi tað í 2004 varð Jónleif Sólsker settur at skjóta, men hann misnýtti, og so varð neyðugt við enn einum umdysti.

Og her var Kyndil loksins omaná. Teir megnaðu at halda høvdinum kalt, og við 41-39 vunnu teir sær eina tí størstu føroysku hondbóltssensatiónina í fleiri ár.


Wardum-arnar

Nevnir man Kyndil, kemst ikki uttanum at nevna navnið Wardum, fyrr ella seinni. Seinastu mongu árini hava hesi verið við til at mynda Kyndil, um tað so er á vøllinum ella við stýrisvøðlin á bonkinum.

Í gjárkvøldið vóru ikki minni enn fýra Wardum-arar við á triðbesta Kyndlaliðnum, ið tók móti besta liðnum hjá VÍF, og hesir vístu, at enn eru knotur í gomlum monnum.


Skerdir vestmenningar

Vestmenningar hava uttan iva hildið tað vera ein avgreiðsluspurning, tá teir í gjárkvøldið skuldu spæla í Havn móti gomlu veteranunum úr Kyndli, men tað skuldi vísa seg at vera alt annað enn tað.

At teir hava undirmett Kyndil, og samstundis vóru skerdir, tí Áki Olsen ikki var við, hevur óivað verið við til at set tein dempara á innsatsin hjá VÍF.

Gamla Kyndlaliðið megnaði allan dystin at halda dystarferðini niðri á einari rímuligari ferð, og hetta, saman við ómetaliga nógvu royndunum hjá teimum grønu, hjálptu teimum til sigurs í einari av teimum heilt stóru sensatiónunum í nýggjari tíð.



Dysturin í tølum:


Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34)

Málskjúttar:

Kyndil II: Jónleif Sólsker 9, Bjarni Wardum 9 (1), Hannis Wardum 8 (1), Jacob Jónsson 7, Uni Wardum 6 (1), Geir Wardum 1, Dia Midjord 1.

VÍF: Agnar Joensen 8 (2), Rúni Joensen 8, Bjarti Hansen 8, Daniel Rapa 6, Sjúrður Poulsen 5, Regin Joensen 1, Jákup S. Andreasen 1, Rói Lamhauge 1.

Brotskøst: Kyndil II 7, VÍF 3

Útvísingar: Kyndil II 2, VÍF 5

Dómarar: Kári Nielsen & Janus Sørensen