Í september í fjør boðaði Norðoya Sparikassi frá, at tónleikagrunnur var settur á stovn. Ein grunnur, ið skuldi veita veruligan stuðul til tónleikarar í Føroyum. Ikki bert smærri veitingar, ið ikki gera tann stóra munin.
Eisini kom fram, at grunnurin serliga skuldi veita stuðul, so føroyskur tónleikur kann gerast kendur uttanfyri landoddarnar.
- Tað frøddi tey, sum hava áhuga fyri at, føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar kundu gera seg galdandi uttanlands, tá SVF í september mánaði í fjør, bar tey tíðindi, at Norðoya Sparikassi í sambandi við 80 ára føðingardag sín, kungjørdi fyri øllum Føroya fólki, at nú var ein tónleikagrunnur settur á stovn. Hesin grunnur skuldi vera ein verunlig hjálp til tónleikararnar í Føroyum, og serliga skuldi hann veita stuðul til at gera føroyskar tónleikarar og føroyskan tónleik kendan uttanlands. Hetta skuldi muna, í mun til tann stuðul, ið var latin til tónleikin higartil. Greitt var frá, at eitt 6 sifrað tal var í grunninum, og tað kundi væl hugsast, at øll upphæddin fór til ein persón, - og um ikki, so bleiv her ikki talan um at býta í smálutir, sum tað so ofta verður gjørt. Sjálvandi gleddist eg yvir hetta stóra stig, sum Norðoya Sparikassi hevði tikið Eg var beint tá komin aftur úr Norra, har eg hevði verið og lagt seinastu hond á mína fyrstu fløgu, sum kom út 9. oktober, greiðir Ragnar í Vík frá.
Ikki ígjøgnum nálareygað
Ragnar í Vík søkti um stuðul úr grunninum, tí hann marknaðarførir sína fløgu við rímuligari eydnu í útlondum og hann er boðin við til ein tónleikafagna við 10 luttakandi londum í Póllandi. Sent verður beinleiðis í sjónvarpi til teir 36 milliónir íbúgvarnar.
At fáa eitt nei kann ein rokna við, tá ein søkir, men at ein einki svar fær er nakað annað. Ragnar í Vík fekk noktandi svar úr grunninum, men tá hevði hann í fleiri umførum spurt eftir svari og fingið tað lovað heilt skjótt. Men vikur gingu.
Men útfrá ætlanunum at gera føroyskan tónleik kendan í útondum, so er Ragnar heldur skuffaður.
- Sjálvur dugi eg ikki at síggja, hví eg ikki havi uppiborið, stuðul úr
tónleikagrunninum hjá Norðoya Sparikassa. Tað, sum eg ikki kann góðtaka er, hví nevndin í grunninum lat meg bíða so leingi eftir svari, og sostatt oyðilegði mær møguleikan at sleppa at spæla og syngja í eini beinleiðis sjónvarpssending í einum landið, ið hevur 36 milliónir íbúgvar. Út frá mínari umsøkn visti nevndin fullvæl, at uttan stuðul frá tónleikagrunninum, var ongin møguleiki hjá mær at gera nakað sum helst við
tónleikin uttanlands. Eisini haldi eg at teir í nevndini fyri tónleikagrunnin hjá Norðoya Sparikassa skylda sjónvarpshyggjarum, eins og øllum tónleikarum í Føroyum, eina frágreiðing, um hvør tað er sum kann fáa úr grunninum, tá í Ragnar í Vík ikki gongur ígjøgnum nálareygað, metir Ragnar.
Einki svar
Ragnar í Vík søkti grunnin um stuðul, so hann kundi hava møguleikan at luttaka á tónleikafagnaðinum í Póllandi.
- Eg var tann 31. januar í Norðoya Sparikassa og handaði teimum umsókn mína. Tað bleiv sagt, at fyrsta marts ella fyrstu vikuna av mars blivu svarini útsend. Allur marsmánaði gekk, og onki svar kom frá tónleikagrunninum. Um mánaðarskiftið mars-apríl ringdi eg til Norðoya Sparikassa og spurdi eftir svari og greiddi teimum frá, at tað var sera umráandi, at teir góvu mær eitt svar, tí eg arbeiðdi við einum túri til Póllands. Teir søgdu, at hetta var ikki so einfalt og tók longri tíð, enn roknað var við. Teir lovaðu mær svar ein av teimum fyrstu døgunum. Onki svar kom.
Tvær vikur gingu, uttan eg fekk nakað svar. Eg setti meg so aftur í samband við tónleikagrunnin, og segði, at tað nú var farið so langt út um ásettu tíðina fyri at svarini skuldu verða givin, og at eg var sera misnøgdur við ta viðferð, ið eg hevði fingið. Eisini spurdi eg, um nakað var galið við umsókn míni, ella um teimum tørvaði fleiri ítøkiligar upplýsingar, men so var ikki. Svarið var tað sama, tað tók bara longri tíð enn væntað. Tann 24. apríl kom so tann formella innbjóðingin úr Póllandi, og eg sendi Norðoya Sparikassa avrit av innbjóðingini, greiðir Ragnar frá.
- Eg ringdi so aftur til Tónleikagrunnin og spurdi um teir høvdu móttikið
skrivið úr Póllandi. Tað váttaðu teir og søgdu, at tað var lagt inn í umsóknina, og at eg komandi viku skuldi fáa eitt svar. Nú gingu aftur tríggjar vikur uttan nakað svar. Eg setti meg aftur í samband við teir og greiddi teimum frá, at tað var alt avgerandi, at eg fekk at vita
,um eg fekk játtaðan nakran pening ella ikki, men teir blivu við at biða meg bíða.
Fríggjamorgun tann 18. maj ringdi eg so norður til Norðoya Sparikassa og segði, at í dag vildi eg hava eitt svar. Teir lovaðu, at í dag skuldi eg fáa svar, og svarið kom, sigur Ragnar í Vík, sum ikki fekk stuðul frá grunninum.
Hesum er hann sjálvsagt keddur av, men ringast heldur hann viðferðina vera, sum hann hevur fingið.
- Tað, sum eg ikki kann góðtaka er, hví nevndin í grunninum lat meg bíða so
leingi eftir svari, og sostatt oyðilegði mær møguleikan at sleppa at spæla og syngja í eini beinleiðis sjónvarpsending, í einum landið, ið hevur 36 milliónir íbúgvar, heldur Ragnar.
Síðani ársskiftið hevur Ragnar arbeitt við at marknaðarføra fløgu sína í útlondum og hann hevur júst latið gera 1000 nýggj eintøk av fløguni, sum eru í einum øðrvísi húsa. Hetta verður sent til útvarpsstøðir og onnur kring knøttin.
Ragnar hevur roynt seg við trimum løgum í Europa og øll eru komin á top 30 countryhitlistan. Harav kom lagið Alone and Forsaken á eitt 24. pláss og var lagið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.
Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.
Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.
Pólland hóast alt
Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.
Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.
(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)