Sera tættur róður hjá 5-mannaførum við gentum

Fimm bátar komu á mál innan eina bátslongd, men Drekin var fremst

 

Hjá 5-mannaførum við gentum hevur kappingin verið hørð higartil í ár. Á norðoyastevnu vann Fípan Fagra í harðari kapping við Silju úr Fuglafirði, men á Sundalagsstevnuni megnaði Drekin at vinna seg upp á 1. Plássið, meðan Fípan Fagra endaði nr tvey og Silja nr 4, aftanfyri Jallin.

 

Á Eystanstevnu leggur Drekin seg á odda, meðan Jallurin og Blikurin fylgja tætt eftir. Fípan fekk ongan góðan start.

Drekin heldur seg á odda, Fípan nummar tvey, Jallurin trý, men sum vit nærkast oljukeiini fer Jallurin framm um hinar, men teir fara at kalla stavn um stavn inn eftir. Jallurin er stavnin undan Fípuni, sum er eina rong framman fyri Drekan. Sum vit nærkast Høgabóli eru tað Jallurin og Fípan sum ganga undan, men Drekin hongur í.

 

Tá 250 metrar eru á mál er Fípan Fagra nummar eitt, Drekin nummar tvey og Jallurin nummar trý. Drekin otar stavnin framm um Fípuna, meðan Silja á fjórða plássi er stutt eftir.

 

Tá 100 metrar eru eftir bjóðar Jallurin av, men Drekin gongur best. So fer Jallurin at renna, men Drekin heldur undan, meðan Fípan Fagra missir flogið.

 

Endin er at Drekin vinnur við tíðini 05:38.04, Jallurin gerst nummar tvey við tíðini 05:39.24 og Silja nummar trý við tíðini 05:40.03. Blilkur endaði nummar fýra, Fípan endaði nummar fimm, Spógvin nummar seks, Ørnin nummar sjey og Sílið nummar átta.

 

Vit venda aftur við restini av raðfylgjuni og tíðunum.