Serfrøði við ósannindum um Fiskavirking

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heldur ikki nógv um tað, sum sokallaðir serfrøðingar siga um orsøkina til, at Fiskavirking fór á húsagang. - Vit hava hoyrt politikarar og serfrøðingar úttala seg um førda fiskivinnupolitikkin, nú Fiskavirking er koyrt í Skiftirættin. At politikarar nýta slík høvi í royndini at vinna sær bíligan politiskan vinning, er ikki óvanligt. Men at ?serfrøðingar? ótarnaðir sleppa at bera ósannindir í fjølmiðlunum, er at fara um mark.

Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í viðmerking í dag.

Landsstýrismaðurin sipar til samrøðu, sum útvarpið á middegi hósdagin hevði við ein av hesum serfrøðingum sum segði, at størsta orsøkin til, at Fiskavirking ikki kláraði seg, var, at rávørugrundarlagið hevði svikið.

- Men hetta er beinleiðis ósatt. Hví ?serfrøðingurin? vartar upp við slíkum, veit eg ikki, men hann átti at sett seg betri inn í viðurskiftini.

Jacob Vestergaard sigur, at tølini prógva, at rávørutilgongdin hevur verið rættiliga støðug seinastu mongu árini.

- Upsi hevur verið høvuðsframleiðslan hjá Fiskavirking, og tá serliga veiðan eftir upsa hevur verið met góð, hevur rávørutilgongdin ikki verið trupulleikin. Av somu orsøk hava skipini hjá Fiskavirking havt serliga góðan fiskiskap seinastu árini, vísir landsstýrismaðurin á.

- Fiskavirking var ein politisk verkætlan, sum varð sett á stovn eftir kreppuna í 90-árunum, hóast tað vóru fleiri, sum ávaraðu ímóti hesi ætlan. Felagið hevur síðan byrjan havt trupult við at fáa endarnar at røkka, sigur Jacob Vestergaard í síni viðmerking.

Talvan vísir rávørutilgongdina av toski, hýsu, upsa og gulllaksi frá 1993 til 2009.