Serfrøðingar.. innan mussar

Tað ber nú til at kalla seg fyri serfrøðing innan mussar. Serfrøðingar hava nú staðfest, at tað er møguligt at eygleiða menniskju gjøgnum genkanningar og síggja, hvat áðrenn h evur verið dult fyri okkum.

 

Í 2009 varð fyrsta almenna mussiserfrøðingaráðstevnan, The Science of Kissing, hildin í Chicago. Fremstu serfrøðingarnir úr øllum heiminum hittust at samanbera kanningaúrslit.

 

Nøkur at úrslitunum vóru hesu:

 

Kossar eru vitan:

 

Kossar snúgva seg ikki bara um sex, stuttleika og endurframleiðslu. Tú gevur týdningarmikla vitan um, hvør tú ert, um tínar arvaeindir og títt sinnalag. Tá ein kvinna mussar ein mann, kann hon vita, um hann verður ein góður pápi, sigur Dr. Helen Fisher, mannfrøðingur.

 

Menn og kvinnur nýta kossar á ymiskan hátt:

 

-Menn og kvinnur nýta kossar ymiskt, meta vit. Vit eru komin fram á, at kvinnur nýta kossin at vita, um maður teirra hava góða heilsu og fyri at halda parlagið viðlíka, meðan maður nýtir kossin at enda eina ósemju ella fyri at sleppa í song við kvinnuna. Menn hava størri lyndi at fara í song við einari kvinnu, ið ikki dugir væl at mussa, enn kvinnur, sigur sálarfrøðingurin, Susan Hughes.

 

Framhald í ?Mussa strongdina burtur?