Serframsýning við Hansinu Iversen á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannhavn

Tíðindaskriv frá Norðuratlants Bryggjuni

 

DISSONANT THOUGHT

 

Hansina Iversen

Fernisering leygardagin 27. august kl.15

 

Framsýning í tíðarskeiðnum: 28. august – 16.oktobur  2016

 

Á Norðuratlants Bryggjuni sýnast nýggir og sterkir málningar hjá Hansinu Iversen, ið bjóða áskoðarunum eina sansaliga uppliving.

 

Myndevnið hjá Hansinu Iversen er heilt serstakt. Málningarnir stinga seg fram sum ein heildarupploysn av bæði geometriskum formum eins og einum materiellum og fysiskum streymi, ið er til staðar í verkunum sum breið, bylgjandi pensilstrok. Málningarnir hava einki heiti og einki ítøkiligt innihald, men teir innihalda ein úrdrátt av sansing. Ein kennir á sær, at málningarnir eru eitt úrslit av einum sinnisligum eins og einum fysiskum arbeiðshátti.

 

Dissonant Thought  er ein sýning sprottin úr tankanum, fyri eygað – men kanska eisini fyri oyra? ”Dissonans” vísir til hoyrisansin. Man tosar um litljóð, og vit flyta okkum inn í samansansing; tað óskiljandi samanspælið, ið kyknar upp millum fleiri sansir. Málningarnir kunnu eisini, eins og heiti á sýningini sipar til, upplivast sum flótandi tankar ella ”tilvera”, ið taka við og avtaka í formi, broyta litir, styrkjast ella blikna – sum ”ljóða ymiskt”. Við øðrum orðum, ein sansalig heildaruppliving.

 

Ynskist meiri kunning um sýningina ella fíl við verkunum í hægri góðsku, set teg vinarlig í samband við niðanfyristandandi.