Eins og undanfarin ár hava nógv útlendsk skip um - og uppskipað frystan fisk og fiskaúrdráttir í føroyskum havnum í ár Í høvuðsheitum er talan um russisk skip. Tó hava onnur skip eisini lagt fisk og fiskaúrdráttir á goymslu í Føroyum.
190 ferðir hava russisk skip umskipað. Talan er um 190.000 tons av uppsjóvarfiski.
Onnur útlendsk skip hava eisini lagt fisk á goymslu í Føroyum.
Grønlandsk skip hava verið her sjey ferðir við tilsamans 3.200 tonsum av botnfiski.
Íslendsk skip hava lagt 1.650 tons av uppsjóvarfiski á goymslu, skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðu síni.