Á middegi sessast teir fyri síðstu ferð við borðini í Reykjavik Open 2017. Tíggju føroyskir telvarar luttaka í talvkappingini, har tíggjunda og síðsta umfar er á skránni ídag.
Føroya fremsti telvari GM Helgi Dam Ziska (2553) hevur vunnið úrtøku í øllum níggju talvunum. Í gjár telvaði hann javnt ímóti íslendska IM Björn Thorfinnsson (2413). Hetta var fjórði dagurin á rað, at tað endaði remis hjá Helga. Í dag hevur hann hvítt ímóti svenska IM Björn Ahlander (2416).
Einsamallur á odda undan síðsta umfari er hollendski GM Anish Giri (2771), sum hevur 7 ½ stig. Tíggju telvarar hava sjey stig, ellivu hava 6 ½ stig, og Helgi Dam Ziska er ein av 29 telvarum, sum hava seks stig.
Næstfremsti føroyingurin er Janus Skaale (1765), sum hevur 4 ½ stig. Janus vann í gjár ímóti íslendska Gunnar Runarsson (2006). Í dag telvar Janus ímóti Jay A Carr (2086) úr USA.
Unglinga FM vinnarin Jón í Horni Nielsen (1454) hevur saman við Heiðriki T. Jacobsen (1951) fýra stig.
Leif Reinert Fjallheim (1667) 3 ½ stig.
Luitjen Akselsson Apol (1561), Margar M. Berg (1813) og Elmar Reinert Fjallheim (1691) 3 stig.
Allan Nielsen (1606) og Súni í Horni Nielsen (1167) 2 ½ stig.
Benjamin Reinert Fjallheim (1322) og Flóvin Matras Tummasarson (1224) 2 stig.