SEV eigur orkuframleiðsluna

Lítil undirtøka fyri at lata Magn sleppa upp í part í vindmyllulundini í Húshaga.

Fleiri av fundarluttakarunum á aðalfundinum gera greitt, at teir kunnu góðtaka, at vindmyllulundirnar verða lagdar í dótturfeløg, sum SEV eigur fult og heilt, men teimum líkar lítið, at lata Magn sleppa upp í part í Húshaga.

 

Tað letur til, at fleiri taka viðmerkingarnar frá Jarðfeingi til eftirtektar, at treytirnar fyri vindorkuframleiðslu í Neshaga og Húshaga eru, at virksemið verður rikið í sjálvstøðugum partafelag. Tí mæla fleiri fundarluttakarar til, at viðtøkurnar verða broyttar, soleiðis at nevndin fær loyvi at leggja hesar vindmyllulundirnar í dótturfelag, sum SEV eigur 100 prosent av partapeninginum í.

 

Nevndin spyr eisini, um undirtøka er á aðalfundinum fyri at samráðast við partafelagið Magn um, at lata teir gerast partur av einum dótturfelag, ið skal reka virksemi í Húshaga. Her virkar undirtøkan á aðalfundinum at vera meiri lunkað. Tað tykist greitt, at fundarluttakararnir eru samdir við Heðini Mortensen, at SEV ikki skal lata nakað frá sær, serliga ikki nú orkuframleiðslan longu er komin í gongd.

 

Atkvøðugreiðsla verður um eina løtu.