SEV megnar ikki at náa orkumálinum

Tað krevur alt ov stórar og dýrar útbyggingar at náa málinum um 100 prosent grøna orku í 2030. Um tað skal røkkast, mugu privatir aktørar eisini sleppa inn á elveitingarmarknaðin, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn.

Hendrik Egholm, stjóri á Magn, helt sær ikki aftur, tá hann legði fram á orkustevnuni hjá Sambandsflokkinum í Østrøm í dag.

 

- Ætlanirnar eru góðar, men letur tað seg gera? Tað eru bara 13 ár til 2030, men sera fáar ítøkiligar ætlanir eru settar í verk, segði hann.

 

Hendrik Egholm vísir á, at sambært SEV krevur tann grøna framtíðin eina íløgu upp á okkurt um sjey milliardir krónur. Harumframt skal grøna orkuframleiðslan økjast frá 150GWT upp í minst 600GWT.

- Hetta svarar til at gera 15 vindmyllulundir á somu stødd sum í Húsahuga – upp á 13 ár, sigur Hendrik Egholm.

 

Einasta ítøkiligu ætlanirnar enn eru at gera tvær vindmyllulundir afturat. Síðani er prát um tvær goymslur, sonevndar pump to storage.

- Einki ítøkiligt er á skrá um sólorku. Einki ítøkiligt er á skrá um sjóvarfallsorku. SEV er sjálvandi ein týdningarmikil leikari í hesum arbeiðinum og ger eitt framúrskarandi arbeiði, men tað er ómøguligt hjá teimum at náa málinum um 100 prosent grøna orku í 2030 einsamalt. Aðrir leikarar mugu sleppa framat, sigur Hendrik Egholm.

 

- Vit í Magn vilja fegnir lyfta hesa avbjóðinga saman við tykkum í felag. Tað krevur nakrar lógarbroytingar í elveitingarlógini, men vit eru sannførdir um, at einasti møguleikin at náa hesum málinum er við at loyva privatum aktørum inn á elveitingarmarknaðin, sigur hann.