Seyðahundar kappast í Kollafirði

?Teir bestu føroysku seyðahundarnir standa lítið aftanfyri teir skotsku, sum eru tiltiknir, sigur Absalon Hansen, formaður í føroyska felagnum hjá teimum, sum eiga seyðahunbar

 

Seinnapartin sunnudagin verður ein forvitnislig kapping í Kollafirði.

Tað er nevniliga ein kapping fyri føroyskar seyðahundar.

Kappingin byrjar klokkan tvey sunnudagin, og tá fer tað at bera til hjá øllum, sum hava seyðahund, at koma á Búnaðardepilin í Kollafirði at vita, hvussu seyðahundurin hjá teimum roynast.

Men annars eru øll, sum hava áhuga fyri seyðahundum, vælkomin á Búnaðardepilin hendan seinnapartin, kappingin er.

Tað kann verða fólk, sum ikki hava hund, men, sum kanska ætla at fáa sær hund, og tað kann vera fólk, sum hava hund, men sum ikki vilja bjóða hann fram í kapping enn.

?Øll eru vælkomin til kappingina, at hyggja, men er okkurt at spyrja um, svara vit fegin, og er onkur, sum bara hevur hug til eitt seyðahundaprát, verða eisini góðar stundir til tað, sigur Absalon hansen, sum er formaður í felagnum hjá teimum, sum eiga seyðahundar.

Hann sigur, at hesuferð verður tað ein meiri óformlig kapping, har ongin dómari verður.

? Ætlanin við hesi kappingini er fyrst og fremst at hava ein hugnaligan seinnapart, har ið tey, sum hava seyðahund, kunnu hittast at vita, hvussu teirra hundur roynist.

?Kappast verður í ymsum greinum, men hvør eigari ger sjálvur av, hvørjum kappingum hann letur hund sín vera við í.


Kapping aftur í heyst

Men Absalon Hansen sigur, at aftaná raksturin í heyst er ætlanin at skipa fyri eini formligari kapping, har meiningin er at fáa ein dómara úr Skotlandi at avgera kappingina.

Formaðurin í seyðahundafelagnum sigur, at tað eru yvir 100 limir úr øllum landinum í felagnum.

? Endamálið við felagnum er at hjálpa teimum, sum hava seyðahund, at fáa teir so góðar sum gjørligt.

? Ein partur av hesum virkseminum er at skipa fyri at venja hundarnar og í tí sambandinum verður av og á skipað fyri tiltøkum í vikuskiftunum, har tað ber til hjá øllum at vera við.

Kappingin sunnudagin er ein liður í hesum arbeiðnum.

Absalon Hansen væntar, at einir 25 hundar vera við í kappingini.

?Nógv teir flestu seyðahundarnir í Føroyum eru Border Collie hundar úr Skotlandi.

Skotskir seyðahundar eru tiltiknir, men hann sigur, at teir bestu seyðahundarnir í Føroyum standa ikki nógv aftanfyri teir skotsku.

? Men so skulu vit eisini hava í huga, at í Føroyum hava seyðahundarnir tað nógv truplari enn í Skotlandi, tí her er so heyggjut, at flesta staðni sæst tað ikki serliga langt.

Absalon Hansen sigur, at tað tað krevur sín mann at fáa ein góðan seyðahund burturúr, tí ein góður seyðahundur krevur ikki sørt av venjing.

Men seyðahundafelagið hevur eisini skriva eina stutta, einfalda leiðbeining við góðum ráðum um, hvussu ein venur ein seyðahund og hana kunnu fólk fáa frá felagnum.