Hagapartarnir í Fuglafjarðar kommunu hava í mong ár havt slíkar sýningar, leiddar av uttanbygdafólki, tó er hendinga árið farið burtur ímillum.
Nevnd varð sett við trimum monnum at skipa fyri sýningunum; men í ár vóru tveir burturstaddir í arbeiðsørindum.
Onnur fólk tóku sær tí um reiggj at skipa fyri sýningini í ár, og úrslitið verður víst niðanfyri.
Allir 10 hagapartarnir vóru bodnir at møta við brundum og veðrum í seyðahúsunum undir Gjógvaráhamri hjá JógvanZ. Joensen, bónda, hin 6. november kl 14, tá sýningin skuldi byrja.
46 seyðir vóru sýnaðir, og mundi hetta vera dastið av tí, uppgjørt varð.
Teir, sum greiddu arbeiðið, vóru úr ymsum bygdum, go vóru øll samd um, at arbeiðið varð gjørt til lítar. Teir gjørdu sær miklan ómak; men lítlan háva.
Niðurstøðan hjá eigarunum varð, at neyvan nakran, at neyvan nakrantíð áður hevur seyðurin verið so javnt góður, sum hesaferð.
Tíverri hava vit ikki ført samlað yvirlit yvir úrslit fyri allar hagapartarnar hini árini, og tí er sammetingargrundarlag ikki tókt.
Eigarar fara sostatt framyvir at gera sær uppaftur størri ómak við at gera upp alidjór av besta slag, soleiðis at sum mest fæst í úrtøku burtur úr seyðahaldinum í kommununi.
Luttakararnir vóru samdir um, at rættast hevði verið at havt slíkar sýningar á hvørjum ári, men tað liggur eitt ávíst fyrireikingararbeiði í hesum. Vónandi, livst so spyrst
Ditlev Róin
Hagapartar:1. virðisløn2. virðisløn3. virðisløn0. virðisløn
Skarðhagi622
Gjógvaráhagi3121
Norðari partur og Mørkin6
Fjalshag51
Innandalshagi32
Heimari partur31
Rustahagi13
Góðadalur4
Tilsamans31951
3 úrvælsseyðir vóru:
MørkinEyggráður - hædd 71 cm, bringa 90 cm, mjóðryggur20 cm
Norðari parturSvartur688719
GóðadalurReyður748420
Sýnararnir vóru:Rasmus Skorheim, Selatræ
Olaf Joensen í Garði, Eiði
Dávur Emil Hansen, Tjørnuvík.
Skipað vfyri sýningini hevði : Jógvan Z. Joensen, bóndi, Fuglafjørður