Er hann nevndur, er hann kendur. Johan í Kollafirði, Johan í Fámará ella Johan Dalsgaard. Tað er alt sami maður, og hevur hann til uppgávu at presentera bólkarnar á Gøtusandi ársins G! festival.
- Eg hevði heldur ynskt, at eg var eitt navn, sum skuldi sungið, spælt klaver ella gjørt okkurt stuttligt, sigur Johan.
- Tað er eitt sindur ringt at fara upp á pall og presentera ein bólk og siga hvat klokkan er upp á ein stuttligan máta hvørja ferð, letur úr Johan, sum 30 ferðir tilsamans hevur verið uppi á pallinum.
Sambært Johan er tað ikki bara bara at vera frásøgumaður.
- Eg verði so ræðuliga troyttur av eini uppgávu. Um eg havi verið á palli, so má eg hava frí í eina viku, sigur Johan flennandi, ið samstundis sigur, at tað er líkamikið, um uppgávan snýr seg um at upptraðka ella at tøma uppvaskmaskinuna.
- Tað er nokk so stuttligt at vera her. Eg eri faktist høvuðsnavnið á festivalinum, og tann reyði tráðurin er eg. Tað elski eg, sigur hann.
Hóast Johan er glaður fyri uppgávuna sum frásøgufólk, so er tað nakað, sum nívir hann.
- Eg orki ikki fyri ordrum. 'Far har, kom her, ikki har o.s.fr'. Nú havi eg verið í Fámará og bara latið hugflogið rátt, og so komi eg her og skal fyrihalda meg til, hvat eg sleppi, og hvat eg ikki sleppi at siga, sigur Johan við Johansligum álvarsemi.
Kona Johan, Rakul, heldur tað vera stuttligt at síggja Johan á palli.
- Eg elski tað. Men eitt, sum kanska hevði gjørt tað enn stuttligari, var, um vit høvdu sloppið at spælt eina intro, hvørja ferð Johan fer á pall, sigur Rakul.
Tey bæði, Rakul og Johan, hava búð í Fámará síðstu tíðina, har tey hava havt tíð til at skrivað sangir og gjørt undirhald.
- Shit eg dugi væl. Eg havi gjørt 34 partar av Radio Fámará, og teir eru genialir, sigur Johan erligt og flennandi.
Ein filmur verður í løtuni gjørdur um Rakul, Johan og teirra lív. Hann kemur út um nakrar mánaðir.