Siðseminevndin
Tá ið Bill Justinussen valdi nýggjar limir í vísindaligu siðseminevndina, gekk hann ímóti tilmælinum frá síni egnu umsiting.
Umsitingin hevði nevniliga mælt landsstýrismanninum til at velja alla nevndina aftur.
Hetta váttar Helle Rosenvold Anderson, sum er løgfrøðingur í trivnaðarmálaráðnum.
Annars er tað læknafelagið, sum velur tríggjar limir í siðseminevndina, men landsstýrismaðurin veldur hinar fýra
Í Sosialinum týsdagin, fyrr í vikuni, segði Bill Justinussen, at tá ið hann skuldi velja sínar fýra limir í seiðseminevndina, var tað ikki eftir aftur einum fakligum tilmæli frá umsitingini.
? Hetta skal skiljast so, at umisitingin setti ikki nøvn á sum so, men mælti til at velja somu nevndin aftur, sigur hann og váttar annars, at hann fekk eitt tilmæli.
Vit spurdu eisini Helle Rosenvold Andersen um umsitingin royndi at fáa landsstýrismannin at broyta støðu, tá ið tað gjørdust greitt, at hann ikki ætlaði at fylgja tilmælinum frá umsitingini.
Hon sigur, at tað er avmarkað, hvat hon kann upplýsa, tí talan er um innanýsis skjøl.
? Men tað var ikki trupult at síggja, at hetta kundi elva til trupulleikar, sigur hon.
Bill Justinussen sigur, at valdi nýggjar limir í nevndina fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum, tí tað stendur í lógini, at nevnarlimir kunnu bara endurveljast einaferð.
?Varð nevndin afturvald nú, skuldi øll nevndin skiftast út næstu ferð.
Annars sigur hann, at umsitingin eisini mælti honum til at broyta reglarnar, so ikki øll nevndin verður skift út um fýra ár fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum, og at og hesum ætlar hann at fylgja.
? Men eg havi onga trygd fyri, at tað eydnast, og tí valdi eg at skifta nevndarlimirnar út fyri at tryggja samanhangin í arbeiðnum. Gjørdi eg ikki tað, er vandi fyri, at allir sjey nevndarlimirnir verða skiftir út í senn.
Eydnast tað hinvegin at broyta reglarnar, verða helst tvey av teimum fólkunum, eg havi valt, skift út um tvey ár.
Í blaðnum í morgin hava vit meiri um siðseminevndina.