Klokkan 16 verður fyrsta bríksl við Margáir, tá ið EB/Streymur fær vitjan av AB.
AB var ikki í bestu deildini í fjør. Í 2020 var AB í fremstu røð, men tá eydnaðist tað ikki at vinna á útivølli. Í 2019 var AB eisini í bestu deildini. Tá vann AB 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað var 20. oktober og í 26. umfari.
Ta ferðina skoraðu Sørin Samuelsen og Lukas Giessing AB málini, og Arnbjørn Hansen javnaði til 1-1.
Ta ferðina vardi Rói Zachariasen málið hjá EB/Streymi. Nú er hann á listanum hjá AB, har hann seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, meðan danski Rasmus Jepsen-Jacob hevur vart AB málið.
Hjá EB/Streymi er Mikkjal Hellisá tøkur aftur eftir skaðasteðg. Hann var á næstbesta liðnum, sum í gjár spældi á útivølli ímóti FC Suðuroy. Úrslitið var 1-1.
Salmundur Bech, Ólavur Niclassen og Sverri Mariusarson eru skaddir.
Hjá AB er tað ivasamt, um Jákup Pauli Breckmann er førur fyri at spæla. Rógvi Poulsen og Rógvi Skála eru skaddir.