Sigfríður skal venja AB

Sigfríður var í 2005 og 2006 venjari hjá B36, har hann vann bæði meistaraheitið og steypakappingina.

Tað verður tó ikki hetta, sum verður setningurin hjá honum í AB, har tað fyrst og fremst er yvirliving í Formula-deildini, sum stendur á skránni.

- Eg havi hildið frí higartil í ár, og eg havi kanska havt tað pausuna, sum skuldi til. Hetta er ein avbjóðing, sum ikki kann sammetast við hana, sum eg hevði í B36. Avbjóðingin er, at fáa AB at verða verandi i deildini.

Eyðun Dalsgarð, formaður í AB, sigur við Sosialin í dag, at teir arbeiða við at styrkja hópin við í øllum førum tveimum spælarum, umframt Allan Mørkøre, sum hevur gjørt avtalu.

Til hetta sigur Sigfríður, at tað sjálvandi er ynskiligt, men at hann ikki hevur fingið nøkur lyfti í so máta.