Sigfríður skal venja B36

B36 hevur gjørt avtalu við Sigfríð Clementsen um at taka sær av besta liðnum hjá felagnum komandi kappingarár.

Nú hevur enn eitt 1. deildarfelag í fótbólti fingið avgreitt venjaraspurningin til komandi kappingarár. B36 setti nevnliga fyrr í vikuni Sigfríð Clementsen í starv sum venjara hjá 1. lið felagsins komandi kappingarár.

Gamal kenningur í B36
Sigfríður hevur í farna kappingaráríð verið venjari hjá besta liðnum hjá fuglfirðingum, men í summar fekk hann sekkin í ÍF. Siggi var tó ikki arbeiðsleysur leingi, tí stutt eftir vóru boð eftir honum úr B36, sum fegin vildi hava hann at taka sær av næstbesta liðnum hjá felagnum, tað ið eftir var av kappingarárinum.
Sjálvur hevur Sigfríður traðkað sínar fótbóltsskógvar fyri tað mesta í HB, men hann spældi nøkur ár í B36, áðrenn hann noyddist at gevast orsaka av afturvendandi skaðum.
Sigfríður hevur í fleiri ár tikið sær av ungdómsliðum bæði í HB og B36, so hóast sín unga aldur hevur hann rættuliga fitt av venjararoyndum. Vágbingurin Magni Mohr heldur fram sum hjálparvenjari í B36.